Gunnrið Joensen fekk fyrsta prikið í Føroyum

Sjúkrahúsverkið fór í dag undir at lata fyrstu koppsetingarnar

Stundisliga kl. 13 í dag gjørdist Gunnrið Joensen tann fyrsta í Føroyum, ið varð koppsett fyri koronu.

Rættiliga fitt av fólki var komið saman í veitsluhølunum at síggja koppsetingina, sum annars bert tók eitt eygabil.

Tað var Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, ið gav Gunnrið Joensen fyrsta prikið, áðrenn hini starvsfólkini á koronudeildini í Havn komu inn at fáa síni prik.

Millum 40 og 50 fólk fingu koppsetingina í Havn í dag, og saman við Suðuroy og Klaksvík er talið á koppsetingum í dag beint oman fyri 100.

Og tað kennist gott at hava fingið fyrsta partin av koppsetingini, heldur Gunnrið Joensen.

– Tað kennist gott. Eg føli einki á mær, og havi tað akkurát sum áðrenn, sigur Gunnrið Joensen, sum skal hava næsta prikið um tvær til fýra vikur. Eg havi fingið skrivliga kunning, at mest vanligu hjáárinini eru at fáa ein reyðan arm. Tú kanst eisini fáa fepur og forkølilsissymptomir. Men eg føli so slett einki enn.

 

Tey, ið fingu koppsetingina í dag, vórðu sett á stólar, ið vórðu settir út í veitsluhølini, og har vóru tey sitandi eina løtu. Orsøkin er, at teir fyrstu 15 minuttirnar eftir koppsetingina eru tey til eftirlit, men síðani eru tey heilt leys aftur.

– Nú havi eg sitið hasar 15 minuttirnar til observation, og nú sleppi eg aftur til arbeiðis.

Tað eru summi, ið aftra seg og sum ikki vilja hava koppsetingina. Men Gunnrið Joensen hevur ikki verið í iva.

– Eg havi lisið eitt sindur um koppsetingina, og eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at eg ikki taka ímóti henni. Hon hevur fingið allar góðkenningarnar, sum hon skal. Og út frá persónligum upplivingum. Eg havi ongantíð havt keðiliga uppliving frá vaksinum, sjálvt um eg havi fingið bæði barnavaksinur og nógvar eyka. Men eg havi ikki følt meg annað enn eyma áðrenn.

Nær fekst tú at vita, at tú vart tann fyrsta, ið fór at verða koppsett?

– Tað fekk eg at vita í gjár, segði Gunnrið Joensen, sum altso gjørdist fyrsti persónur í Føroyum at fáa koppsetingina fyri koronu.