Gunnnar vann aftur

Triðju ferðina á rað eydnaðist tað Gunnari-Dahl Olsen at vinna býarsúkklingina

býarsúkkling

Leygardagin 30. aug. skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri árligu FM-súkklukappingini í Býarkoyring, ella Criterium. Súkklað var á Hálsi í Havn. Málið var uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele á Heykavegi. Teinurin var Heykavegur ? Starvegur ? Falkavegur - Tjaldursvegur- Heykavegur.
Bæði børn, unglingar og menn kappaðust.
Veðrið var gott. Tað var turt og sólin kagaði fram inn í millum. Eitt sindur av vindi var, men ikki so nógv at tað bilti nakað.
Til kappingin hjá monnum vóru fimm luttakarar. Favoritturin til at vinna kappingina var Gunnar Dahl-Olsen, og tað gjørdi hann eisini sannførandi, men ikki uttan kapping frá Eli J. Christiansen. Teir báðir fylgdust til uml. tíggju minuttir vóru eftir, tá rykti Gunnar og Eli megnaði ikki at súkkla hann inn aftur. Triðja plássið fekk Christian Guttesen úr Nordepli. Esmar Joensen, sum eftir ein steðg í uml. eitt ár er byrjaður aftur at súkkla, bleiv nummar fýra.
Eitt óhapp hendi í kappingini. Tað var danin Palle Melchiorsen, sum fyri stuttum er fluttur til Føroya, sum datt. Østbeinið høgru meðna fór úr lið, og fekk hann tískil ikki gjøgnumført kappingina.
Kappingin hjá dreingjum 12 til 14 ár á kappsúkklu var sera spennandi. Teir vóru fýra luttakarar, og hava hesir kappast alt summar í móti hvørjum øðrum. Teir fylgdust í uml. átta umfør, tá rykti Torkil Weyhe, og fekk eitt hol aftur til hinar. Munin megnaði hann at halda líka til hann kom á mál. Teir tríggir sum vóru aftanfyri hann stríddust allir, og tað eyðnadist eisini Rúna Bláfoss at sleppa frá Sigmund Olsson og Rana G. Jacobsen. Men Sigmund gavst ikki so, og fekk Rúna aftur beint áðrenn málstrikuna, og vann sær sostatt eitt annaðpláss.
Finnur Mellemgaard hevur vunnið næstan allar súkklukappingarnar sum hava verið í summar fyri dreingir 9 til 11 ár rættiliga lættliga. Men hesuferð mátti hann veruliga stríðast fyri gullið. Hann og Jógvan Ólavson spurtaðu um fyrstaplássið, men Jógvan kláraði ikki at halda tørn og Finnur vann tí.
Statoil Føroyar og Føroya Bjór stulaðu við steypi, heiðursmerkjum o.ø.

Úrslit frá býarsúkklukapping uppi á Hálsi.

Teinurin: Heykavegur ? Starvegur ? Falkavegur - Tjaldursvegur- Heykavegur.
Mál og start var beint uttanfyri Føroyar Tele á Heykavegi.

Menn koyrdu 45 min + 1 umfar.
1Gunnar Dahl-Olsen
2Eli J. Christiansen
3Christian Guttesen
4Esmar Joensen

Útgingin: Palle Melchiorsen
_________________________________

Unglingar koyrdu 45 min + 1 umfar.
1 Hans Krosstein
2Bergur Johansen

Útgingin: Dánjal Michalsen
__________________________________
Dreingir undir 8 ár koyrdu 3 umfør.
1 Jógvan Mellemgaard
2Jákup Ólason
3Sofus Andreasen
4Ragnar Kruse
5Sveinur Kass

Gentur undir 8 ár koyrdu 3 umfør.
1 Hildur Poulsen

__________________________________

Dreingir 9 til 11 ár koyrdu 5 umfør
1Jógvan Mellemgaard
2Jógvan Ólason
3Símun Vestergaard
4Jens Pauli Johansen
5Martin Kragesteen
6Harald Joensen

Gentur 9 til 11 ár koyrdu 5 umfør
Nr.1 Helena Gunnarsdóttir Jaobsen

___________________________________

Dreingir 12 til 14 ár á kappsúkklu koyrdu 13 umfør
1Torkil Weyhe
2Sigmund Olsson
3Rúni Bláfoss
4 Rani Gunnarson Jacobsen

Dreingir 12 til 14 ár á fjallasúkklu koyrdu 10 umfør.
1 Niels Christiansen

Gentur 12 til 14 ár koyrdu 10 umfør.
1Sólja Christiansen