Gunhild Hansen er forkvinna í fyrsta ungdómsráðnum í Tórshavnar Kommunu
Tað er greitt, nú nývalda ungdómsráðið hevur skipað seg í gjár, sigur Tórshavnar Býráð á heimasíðu síni, haðani myndin eisini er.
Ungdómsráðið hevur skipað seg við Gunnhild Hansen sum forkvinnu og Tór Marna Weihe sum næstformanni. Harald Joensen var valdur skrivari og Magnus Heinason Eysturoy kassameistari. Aftrat er Ásvør Lognberg ráðslimur.
Tiltakslimir eru Eyðun Poulsen, Hanna Vang, Drós Ragnarsdóttir, Oda Kjartansdóttir Strøm og Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard.
Ungdómsráðið skipaði seg fyri eitt ár. Valskeiðið er annars tvey ár.
Ungdómsráðið fer at hava fundar-og tilhaldsstað í Margarinfabrikkini, og Bogi Simonsen frá barna- og ungdómsdeildini verður teirra samskipari.
Ráðið legði eisini fundarætlan og arbeiðsætlan fyri komandi tíðina. Meira verður at frætta frá ráðnum stutt eftir páskir.
Á Myndini eru tey frá vinstru: Ásvør Lognberg, Tór Marni Weihe, Gunnild Hansen, Magnus Heinason Eysturoy og Harald Joensen