Tá Føroyar í kvøld skulu spæla móti Malta í Nations League, so verður tað við Gunnari Vatnhamar á høgra bakki. Hetta er fyrstu ferð, at 23 ára gamli víkingurin byrjar inni á landsliðnum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Jú, eg havi fingið at vita, at eg eri í start ellivu og tað rættiliga kul. Eg eri ótrúliga stoltur, tí hetta er nakað hvør drongur í Føroyum droymir um. Nú hevur tað lukkast hjá mær, sigur Gunnar Vatnhamar við FM1.
Bilsin av landsliðsúttøkuni
Gunnar Vatnhamar bleiv á fyrsta sinni úttikin til A-landsliðið fyrr í ár til venjingarleguna í Marbella í Spania. Tá bleiv hann tvær ferðir skiftir inn. Hann er tó bilsin um, at hann hevur fingið møguleikan aftur.
- Eg vænti ikki, at eg bleiv úttikin aftur, tí tað hevur gingið so illa hjá okkum sum lið, men tað er deiligt at teir hava tikið meg út aftur. Eg veit ikki ordiliga hví, men eri takksamur fyri at teir hava sæð okkurt, sum eg ikki havi sæð, sigur ein erligur Gunnar Vatnhamar brosandi.
"Tjúkkibollin" í Sarpugerði
Fyrr í dag greiddi liðskiparin á landsliðnum og Víkingi, Atli Gregersen, frá tá hann sá Gunnar Vatnhamar fyri fyrstu ferð til venjing í Sarpugerði. Hann kallaði Gunnar millum annað ein “tjúkkibolla”.
Les eisini: Atli Gregersen um Gunnar Vatnhamar
- Ja, tað minnist eg væl. Tað er ikki so langt síðani og eg fekk eisini skeld frá hinum spælarum, tí eg vigaði ov nógv. Men tað vísir bara, at hart arbeiði gevur úrslit. Eg tók tað til mín og fór a venja tvær ferðir um dagin, sigur Gunnar Vatnhamar við einum smíli.
Hann hevur síðani 2014 verið partur av besta liðnum hjá Víkingi, men tað hevur ikki bara verið lætt, at vinna seg á liðið.
- Tað ar hart at vinna meg á liðið hjá Víkingi. Eg var leingi 12. maðurin á liðnum, sum akkurát ikki byrjaði inni. Fetið at sleppa á liðið tók mær eini tvey ár. Tá eg so slapp inn á liðið, so hevur tað lukakst at halda fast í plássinum, sigur Gunnar Vatnhamar.
Stórt at spæla saman við beiggja sínum
Gunnar Vatnhamar kemur eftir øllum at døma, at spæla aftanfyri stórabeigga sín, Sølva Vatnhamar.
- Tað er altíð stuttligt at spæla saman við beiggja sínum, Nú er tað eisini á landsliðnum. Eg minnist hvussu stoltur eg var, tá eg spældi saman við honum í Víkingi á fyrsta sinni, sigur Gunnar Vatnhamar.
Dysturin móti Malta byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda við landsliðsdámi longu frá klokkan 10. Møguleiki verður at vinna tvær landsliðstroyggjur, sum allir spælararnir hava skrivað á. Eisini verður møguleiki, at vinna ein Arminia Bielefeld troyggju við “14 Edmundsson” á rygginum og autograf.