Gunnar vardi málið hjá Frem

Landskappingardysturin hjá danska felagnum Frem um vikuskiftið var avlýstur vegna veður, og í staðin spældi liðið við teimum trimum føroysku spælararunum venjingardyst ímóti Herfølge. Gunnar Nielsen vardi málið hjá Frem allar 90 minuttir, og Jónas Tór Næss spældi allan dystin á høgra bakki. Atli Gregersen var eyka, men kom á vøllin seinastu minuttirnar. Frem var aftanfyri 1-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki vendu teir dystinum og vunnu 2-1. Hetta var ikki heilt í tráð við leikgongdina og málkjansir.