Gunnar vann OL-teinin

Sunnudagin var seinasta einstaklingakappingin í triathlon á skránni. Kappast varð á OL-teininum, sum svara til 1/4 triathlon

Triathlon

Kappingin var í Havn, og var byrjað við 1500 m svimjing í svimjihøllini.
Ikki óvæntað var Gudmundur Joensen fyrstur upp úr hylinum, sjálvt um hann svam 50 m longri enn teir 1500m, tí hann ikki legði merki til reyðu plátuna, sum vísir svimjaranum, at nú eru 50 m eftir. Hann var eisini fyrstur út á 40 km. súkkluteinin. Millum 3 og 4 min. seinni kom Gunnar Dahl Olsen úr hylinum, og 1 min. 38 sek. aftan á hann kom Evald Rasmussen. Báðir komu í senn út til súkklurnar og út á súkkluteinin, har Gunnar streyk avstað sum ein hvirluvindur. Evald rendi í fløskubrot á Hvítanesvegnum, men súkklaði tó spakuliga víðari, meðan hann bíðaði eftir einum bili við eyka hjólum. Tey fekk hann inni á Sundi, men tá var Andrass Joensen, sum hesaferð bæði svam og skifti skjótari enn vanligt, longu farin framvið við góðari ferð. Seinasti maðurin úr hylinum, Áslakur Nesá, skifti skjótt og súkklaði sína bestu tíð, og millum Kaldbaksbotn og Kaldbak yvirhálaði hann Evald, sum ikki hevði fingið gongd í aftur aftaná punkteringina.
Í Kaldbak fekk Gunnar eisini fatur í Gudmundi, sum annars hevði verið heilar 5 min. frammanfyri, tá súkklingin byrjaði. Áslakur át seg alt meira og meira inn á Andrass, og tá skift var til 10 km renning, vóru teir 4 min. Andrass hevði vunnið sær í svimjingini minkaðir til 38 sek. og stutt aftan á at byrjað var at renna, fór Áslakur framum, og kom á mál sum nr. 3. við síni best tíð nakrantíð. Tað sama gjørdi eisini Andrass. Gudmundur sum bleiv nr 2. hevur nú bara Gunnar Dahl Olsen og Eli Christiansen farmman fyri seg í triathlon.
Men høvuðspersónurin, skjótt 42 ára gamli Gunnar Dahl Olsen vann sítt áttanda FM-heitið, og var hetta eisini nýtt føroyskt met við tíðini 2.12.53.
Gamla metið átti Gunnar sjálvur, og var tíðin tá 2.13.45.

1/12 traithlon
Her vóru bara 4 íðkarar, 2 svimjarar og 2 rennarar. Ikki at undrast yvir, so vóru svimjararnir Mourits Danberg og Helena G Jacobsen fyrst úr hylinum og úr á súkkluteinin. Men tá farið var at renna endaði galið. Mourits rann skeivt og Helena fekk krampa og tí góvust bæði.
Hini bæði, Rannvá Djurholm og Holger Arnbjerg, brúkti eitt sindur longri tíð í svimjihylinum, men í súkklingini og renningini gekst væl. Rannvá, sum hevur roynt triathlon nakrar ferðir, kom á mál við bestu tíð, og Holger, sum royndi seg fyrstu ferð, byrjaði varliga og setti so ferðina upp, og seinasta umfar á renniteininum rann hann 1 min. 15 sek skjótari enn fyrsta.

Liðkapping eftir
Føroya Triathlon Felag skipar um tvær vikur fyri FM í sprint triathlon fyri lið, Har skulu ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða eitt felag, fyritøku, áhugabólk ella familju.
Kappingin verður í Havn, og kappast verður í 750 metra svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.
Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali.
Liðugur at svimja, rennur svimjarin út til súkklaran, og sendi hann avstað.
Súkklað verður frá Svimjihøllini til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins.
Her verður skift til renning, og sendir súkklarin nú ein rennara avstað.
Runnið frá innkoyringini til Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til vinstru eftir Skraddaragøtu, aftur til vinstru inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins.
Runnið verður 6 ferðir runt.
Tilmelding á www.triathlon.fo