Hann fekk áhuga fyri súkkling, tá hann var ferðsluvakt við Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989. Síðani fór hann at traðka Føroyar upp og niður, og tað endaði við einum silvurmerki longu á Gibraltar í 1995.
Men síðani hevur tað ongantíð eydnast Gunnari, ið nærum er vorðin ímyndin av súkkling í Føroyum, at standa ovast á sigurspallinum.
Náddi toppin í 95´
Gunnar var fyrstu ferð við á Oyggjaleikunum í 1993, og longu tvey ár seinni endaði hann á øðrum plássi í landavegskoyring.
- Eg var sera fegin um tað silvurmerkið og hevði als ikki væntað, at tað fór at ganga so væl, sigur Gunnar um silvurmerkið frá 1995. Harumframt var Gunnar við á liðnum, sum vann bronsu í einkultstartinum í 1995.
Hetta var eitt megnar avrik frá tí heldur óroynda Gunnari, og hann vónaði tá, at hetta fór at vera gerandiskostur.
Men soleiðis vildi ikki til. Tað gjørdist ístaðin ein átta ára long oyðimarkargongd, sum tó endaði á Guernsey fyri tveimum árum síðani, tá Gunnar aftur kundi gleðast um eitt heiðursmerki. Ta ferðina fekk hann bronsu í landavegskoyring.
Gunnar hevur ligið væl fyri nakrar ferðir seinastu árini, men heiðursmerkini eru tó farin fyri bakka í avgerandi løtuni.
Gevst at súkkla
Nú er tíðin tó komin til at gevast við súkklingini.
- Eg eri komin nakað væl upp í árini, so eg haldi, at tíðin er komin at leggja frá mær, sigur Gunnar, ið nú er vorðin 40 ára gamal.
- Súkklingin tekur nógv av mínari tíð, og áhugin fyri súkkling skal eisini vera til staðar, um tú skalt vera við. Møguliga haldi eg fram sum venjari ella okkurt slag av hjálparfólki, sigur Gunnar, nú hann gevst at súkkla í oyggjaleikahøpi.
Venjingarlegur
Um núverandi landsliðið metir Gunnar, at teir eru rímiliga væl fyri, og at heiðursmerki avgjørt eru ein møguleiki í ár.
- Vit eru spentir og hava fyrireikað okkum væl. Vit hava vant við fullari ferð síðan desember og hava verið á tveimum venjingarlegum - í Danmark og Íslandi, sigur Gunnar Dahl-Olsen um støðuna hjá landsliðnum í løtuni. Hann heldur, at føroysku súkklararnir eru javnt góðir í ár.
Gunnar heldur, at venjingarlegurnar hava samansjóðað liðið og givið teimum tíð og umstøður at konsentrera seg um súkklingina uppundir leikirnar, og tað er sera umráðandi at vera fokuseraður undan eini slíkari kapping.
- Súkkling er ikki bara at traðka. Taktikkur hevur eins nógv at siga, og vit hava fyrireikað eina ætlan fyri tær ymsu greinarnar, greiðir Gunnar frá.
Í prinsippinum koyra súkklararnir ikki sum lið í landavegskoyring, men tað eru eingir reglar, sum forða fyri tí.
- Vit fara at stuðla hvørjum øðrum og møguliga ofrar ein seg fyri at koyra ein annan í positión, sigur Gunnar.
Hann metir, at Bogi Kristiansen er eitt gott boð uppá eitt heiðursmerki í býarkoyring. Bogi er royndur súkklari og hevur áður vunnið heiðursmerki í hesi grein. Harumframt er hann sera djarvur í tí tøttu kappingini inni í býnum, har tú skalt leggja teg tvøran fyri ikki at missa ferð í svingunum.
Hvør skal koyrast fram í landavegskoyringini er ikki greitt enn, tí tað veldst alt um dagsformin hjá teimum ymsu súkklarunum.
Annars eru tað ofta súkklarar av bretsku oyggjunum, ið standa seg best á Oyggjaleikunum.
Ikki nøktandi venjing í Føroyum
Súkkling í Føroyum hevur ongantíð veruliga fingið vind í seglini, hóast stórar kappingar hava verið fyriskipaðar seinastu árini.
- Vit fáa ikki nóg góða venjing í Føroyum, og tí máttu vit fara uttanlands á venjingarlegu fyri at fáa nakrar veruligar kappingar í beinini, tí at bestu venjingina fær man í kappingum. Vit eru heilt einfalt ov fáir súkklarar í Føroyum.
Gunnar er eisini vónbrotin um, at stóra súkklukappingin Statoil kring Føroyar ikki hevur vakt størri áhuga fyri at íðka súkkling millum føroyingar.
- Statoil kring Føroyar gav onganíð tað boomið, sum vit vónaðu. Tað hendi ein eksplosión í føroyskari súkkling beint eftir leikirnar í 95, tá vit fingu trý heiðursmerki, men síðani hevur áhugin verið dalandi, og tað er tungt at halda virkseminum koyrandi við fáum persónum at taka sær av felagsarbeiðnum, sigur Gunnar Dahl-Olsen um støðuna hjá súkkling í Føroyum.