Undirritaði hevur eina avtalu við Gunnar Nielsen kl. 17.00 uttanfyri McDonald í miðbýinum í Manchester. Trupuleikin er bara tann, at tað eru tvær McDonalds matstovur, og undirritaði hevur ikki verið í Manchester áður. Vit finna tó hvønn annan, og vit leita okkum innar til hugnaligu matstovuna Café Rouge.
Gunnar hevur frí henda dag, og hann er í góðum hýri.
- Tað er gott lív at vera fótbóltsleikari, er eitt tað fyrsta hann sigur, tá ið vit byrja at práta um lívið sum yrkisleikari.
Gunnar er í dag fulltíðar yrkisleikari í enska fótbóltsfelagnum Blackburn Rovers. Hann leikar saman við og ímóti nøkrum av heimsins bestu fótbóltleikarum.
Ævintýrið byraði í HB
Eldri beiggi Gunnar, Henning, var ein framúr málmaður, og var tá eitt lovandi talent í føroyskum fótbólti. Tað hevur ávrikaði Gunnar til eisini at vilja verja búrið.
Gunnar byrjaði sum málmaður hjá smápiltaliðinum í HB, har hann varð settur á C liðið. Tað góðtók hann als ikki, tí fór hann í álopið at leika. Har gekk betri, tí stutt aftaná kom hann á B liðið. Men leikluturin í álopinum vardi ikki leingi, tí skjótt var hann aftur í millum stengurnar.
Fer til Danmarkar á fótbóltskúla
Tá Gunnar varð spurdur um, nær hann byrjaði at taka fótbóltin seriøst, sigur hann, at tað var tá ið hann kom í eldri rekkjurnar hjá HB, og fekk Pætur Clementsen, sum í dag er ungdómsvenjari hjá KÍ, til venjara.
- Pætur var seriøsur, og tað smittaði heilt avgjørt av.
Tað førdi við sær, at Gunnar fór sum 15 ára gamal saman við trimum øðrum føroyingum á Hessel Gods fótbóltseftirskúla . Hesir vóru Emil L. Nólsøe, Jónas Tór Næs og Bogi Hermansen. Leiðarar á skúlanum vóru tá Flemming Povlsen og Kent Nielsen, sum vóru við til at vinna EM kappingina fyri Danmark í Svøríki í 1992.
Hessel Gods hevur framleitt nógvar góðar fótbóltsleikarar gjøgnum árini. Av føroyskum leikarum kunnu nevnast Rókur av Fløtum og Danny Rasmussen, meðan Leon Andreasen, úr Fulham eisini hevur gingið á skúlanum.
Kemur til Frem
Lærarnir á skúlanum høvdu góðar kontaktir við feløg í Danmark, og tað førdi við sær, at allir fýra føroyingarnir sluppu at venja við AGF í tvær vikur, men har spurdist eingin sáttmáli burturúr. Seinni fóru teir allir til junior liðið hjá Frem at royna seg, og har gekk uppá stás.
Áðrenn teir komu til Frem, hevði ikki gingist væl hjá Frem, men tá teir komu til felagið, vann Frem 10 dystir á rað.
- Um tað var tí, at vit gjørdu munin, veit eg ikki, men tað var so tað sum hendi, leggur Gunnar flennandi afturat.
Tað hevði við sær, at Gunnar og Jónas fingu bjóðað sáttmála, sum teir valdu at taka av.
Jónas og Gunnar fóru undir sáttmálan sum parttíðarleikarar. Við síðuna av fótbóltinum gingu teir báðir á handilsskúla og numu sær HH útbugving.
Gunnar fekk ikki nógvar dystir á fyrsta liðinum hjá Frem, og hóast hann sat fyri tað mesta á beinkinum, fekk hann allatíðina at vita, at hann hevði stórt potentali og at hansara tíð skuldi koma.
Tað vísti seg at verða til veruleika, tí í summar í fjør skrivaði hann undir tvey ára sáttmála við enska Premiere Leauge felagið Blackburn Rovers.
Yrkisleikari í Onglandi
At vera yrkisleikari í einum felagi sum Blackburn er ein dreymur komin í uppfylling, og Gunnar letur sera væl at sínum nýggja lívið.
Gunnar er triði málmaður á liðinum, og hann venur dagliga við fyrsta liðshópinum. Hann verður mangan spurdur um, nær hann sleppur at leika sín fyrsta dyst í Premiere Leauge.
- Tað er ein ótrúliga langur vegur til at koma har til, staðfestur Gunnar. Mangan verða leikarir leigaðir út til onnur feløg í lægri deildum, fyri at fáa dystarvenjing, men enn er einki, sum bendir á, at Gunnar fer til annað felag, tí hann leikar flestu dystirnar hjá eykaliðinum, og fær harvið dystarvenjing.
Gunnar er heilt klárur yvir hesa longu leið, men hann kempar og stríðist víðari, fyri at menna seg sjálvan.
- Í Frem kundi eg gott koma til venjing og ikki vera so fokuseraður, sum eg burdi, men tað ber ikki til her, tí her eri eg noyddur at verða 100% fokuseraður, tá vit venja. Eg má fara til venjing sum til ein dyst, tí annars kann eg lættiliga detta ímillum í hópinum, við øllum teimum góðu leikarum vit hava.
- Teir eru bara vanlig fólk, til dømis tvætla eg og Brad Friedel ofta býtt saman - mann venur seg skjótt við tað, svarar Gunnar avgjørdur til spurningin um, hvussu tað er at verða umgyrdur av heimskendum leikarum.
Gunnar fær ofta spurningar um Føroyar, og ofta er tað í skemti. Einaferð varð hann spurdur, um hann hevði ró til venjing. Gunnar hevur eisini roynt at greitt teimum frá neytamýkjakapping. Tað skilja teir als ikki, og spyrja ivandi hvat fyri fólkaslag føroyingar eru.
Bjargaði brotsspark móti Manchester United.
Tá Gunnar verður spurdur um, hvat hevur verið stórsta løtan sum yrkisleikari, ivast hann ikki leingi.
- At verða við í fyrsta liðshópinum í januar móti Middlesbrough og Aston Villa var sera stórt, og eisini at bjarga brotsspark í mínum fyrsta dysti móti eykaliðinum hjá Manchester United.
Blackburn var á odda 1-0, tá Gunnar bjargaði einum brotssparki, tá 20 minuttir vóru eftir at leika.
Dysturin varð vístur beinleiðis á rásini hjá Manchester, MUTV, og almenna heimasíðan hjá Manchester United smæddist ikki burtur við rósandi orðum um bjargingina:
“… goalkeeper Nielsen plunged down to his right to superbly parry the ball away.”
Framtíðin
Tað sermerkta við Gunnari er, at hann hevur ongantíð leikt á hægsta støði í Føroyum. Men hann er tó væl kendur á ungdómslandsliðinum. Hann spælir í løtuni á U21 landsliðinum, og tað dámar honum dámar sera væl, bæði fótbóltsliga og eisini sosialt. Hann er eisini errin av avrikunum hjá U21 liðinum. Men hann vónar eisini at koma á A – landsliðið ein dag.
- At leika fyri Føroyar er tað stórsta sum fótbóltspælari, sigur hann avgjørdur.
Gunnar hevur hálvt annað ár eftir av sáttmálanum, við møguleika fyri at leingja hann við einum árið.
Gunnar er heilt avgjørdur, at fótbólturin er hansara lívsleið, og hann ger alt, hann er mentur fyri at koma so langt sum gjørligt. Longu komandi kappingarár kann eitt annað ævintýr byrjað fyri Gunnar, tí Blackburn liggur í løtuni væl fyri til eitt UEFA Cup pláss.
- Málið hjá okkum er, at koma út í Evropa at spæla, og sum tað sær út í løtuni er tað vælhugsandi.
Við hesum bjørtu framtíðar vónum er samrøðan við Gunnar liðug. Gunnar er heilt avgjørt ein ungur maður, sum er verdur at fylgja við. Hann er ungur, miðsøkin og ótrúliga evnaríkur fótbóltsleikari.
Gunnar um Mark Hughes
- Havi nógva virðing fyri honum, tí hann hevur roynt sera nógv sum leikari. Hann er ikki tann, sum snakkar nógv, men tá hann snakkar, er tað bara at lurta eftir. Hann er ein fair maður, sum mær dámar væl.
... um skaddar føroyska spælarar
- Tað merkist so væl, tá tað eru so fáir leikarar uttanlanda. Tí um til dømis 3 av 5 eru skaddir, merkist tað beinanvegin, men um talið hevði verið 20 útav 100 so hevði tað ikki merkts á sama hátt. Gunnar vísur heldur ikki aftur, at skifti frá graslíki til gras hevur ein týdning.
... um liðfelagan Santa Cruz
- Hann hevur haft eina góða ávirkan á felagið, men eisini á Premiere Leauge. Tí hann hevði tað ikki lætt í Bayern Munchen, men er komin til Onglands og hevur skorað eitt hav av málum. Hann er ein smílandi og glaður persónur.
... um lønirnar hjá føroyskum spælarum
- Tað er gott fyri tær føroysku deildurnar, men tað er ikki gott fyri A – landsliðið. Tí í Føroyum er støði samanumtikið lægri enn til dømis í fyrstu deild í Danmark, og tá leikarar fáa meira í løn í Føroyum, forðar tað áhugan hjá leikarum at fara uttanlands, og harvið møguligari menning fyri A-landsliðið.