Gunnar tapti aftur

Tað gongur strilti hjá Stjarnuni í Íslandi. Í gjár taptu teir 4-0 fyri oddaliðnum FH

Gunnar Nielsen og Stjarnan eru nú nærri botninum enn oddinum. Íslandska meistaraliðið hevur torført við at verja heitið sum besta liðið í landinum.

 

Í gjár var Stjarnan á vitjan hjá FH, sum er oddalið í deildini. Her skoraði heimaliðið tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og tvær ferðir í seinna hálvleiki.

 

Føroyski landsliðsmálverjin stóð allan dystin í máli. Hann verður ikki nevndur í samband við málini hjá FH.

 

Við ósigrinum er Stjarnan á sjeyda plássi við 20 stigum, meðan FH er oddalið við 36 stigum. Stjarnan er seks stig frá niðurflytingarstrikuni.