Gunnar: Skulu hava trý stig

Teir tríggir føroyingarnar í Silkeborg, Gunnar Nielsen, Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson skulu vinna í kvøld, um teir skulu gera sær nakrar tankar um at yvirliva niðurflytingarstríðið í donsku Superliguni.

 

Í kvøld klokkan 18 vitjar Silkeborg í Horsens. Silkeborg liggur aftast við 29 stigum, meðan AC Horsens hevur 31 stig á næstaftasta plássi. Føroyski landsliðsmálverjin er ikki í iva um, at Silkeborg skal hava trý stig í kvøld, um teir skulu hava nakran møguleika yvirliva í bestu deildini í Danmark.

 

Í samrøðu við Rás2 greiður Gunnar Nielsen eisini frá upptaktini hjá Silkeborg undan einum dysti. Dysturin millum AC Horsens og Silkeborg verður klokkan 18 í kvøld. Dysturin kann síggjast á TV3 Sport 1.

 

Samrøðan við Gunnar Nielsen kann hoyrast undir greinini.