Gunnar skoraði í stórsigri hjá Víkingi Reykjavík

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir skutu fimm mál í kvøld

Gunnar Vatnhamar slapp at lukka ballið og skjóta seinasta málið, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík í kvøld vunnu stórsigur 5-1 á HK á Víkingsvøllinum.

 

Klokkan vísti 87 minuttir tá Gunnar Vatnhamar aftaná gott forarbeiðið hjá Davíð Örn Atlason økti til 5-1 til Víking Reykjavík, ið gjørdist úrslitið av dystinum. 

 

Víkingur Reykjavík-HK 5-1 (3-1)

 

Nikolaj Hansen '14 1-0

 

1-1 George Nunn '19

 

Nikolaj Hansen '39 2-1

 

Ari Sigurpálsson '44 3-1

 

Helgi Guðjónsson '77 4-1

 

Gunnar Vatnhamar '87 5-1

 

Víkingur Reykjavík er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 36 stigum. Teir eru seks stig frammanfyri liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik sum hevur 30 stig. Breiðablik hevur tó spælt ein dyst færri enn Víkingur.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Víkingur á útivølli móti albanska liðnum, Egnatia. Talan er um seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League. Egnatia vann fyrra dystin á Víkingsvøllinum 1-0.