FH og Gunnar Nielsen vunnu í vikuni íslendska meistaraheitið. Hóast tað eru tvey umfør eftir, so hevur heimasíðan 433.is valt føroyska landsliðsmálverjan sum ársins spælara í Íslandi í ár.
Til ber at síggja ein heldur litfagran Gunnar Nielsen tosa við 433.is við at trýsta á pílin á myndini
Gunnar Nielsen skifti í ár til FH frá Stjarnuni. Málið var at vinna íslandska meistaraheitið og tað eydnaðist. So væl hevur Gunnar Nielsen spælt, at hann er kosin sum ársins málverji og ársins spælari av fótbóltsheimasíðuni 433.is.
- Gunnar Nielsen er nógv tann besti málverjin í Íslandi. Hann hevur bjargað okkum fleiri stig, sigur Heimir Guðjónsson, venjari hjá FH við heimasíðuna.
433.is hevur eisini eina samrøðu við Gunnar Nielsen, sum fegnast um at hava vunnið meistaraheitið í fyrstu royndini við FH. Føroyski landsliðsmálverjin hevur langtíðarsáttmála við FH, sum eisini hevur Kaj Leo í Bartalsstovu og Sonna Ragnar Nattestad á lønarlistanum.
- Eg taki tað sum tað kemur. Eg havi sáttmála við FH, men kemur okkurt á borðið, so hyggja vit eftir tí, segði Gunnar Nielsen í Fótbóltspanelinum, sum var á Rás2 fríggjadagin.
Havnarmaðurin bleiv í fjør valdur til besta spælaran í Stjarnuni. Tað er framvegis tvey umfør eftir í Pepsi-deildini.










