Gunnar og Zlatan ferðast kring heimin

Myndir og sjónbandamyndir av Zlatan Ibrahimovic, tá hann tveitir bóltin í høvdið á føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, ferðast kring allan heimin.

 

Italsk, bretsk og norsk bløð skriva um hendingina og vísa til bæði myndir og sjónbandabrot av hendingini. Corriere dello Sport skrivar at Zlatan Ibrahimovich ikki er tað at broyta og altíð fer at halda fram at við sínum til tíðir vánaliga atburði.

 

Í Írlandi halda fjølmiðlarnir skemtiliga fyri, at Zlatan burdi fingið leikbann til dystin móti Írlandi, men so heldur ikki fleiri enn tað. Stóra enska blaðið Dailymail hevur eisini eina stóra grein um hendingina. Eisini í Noregi er hendingin umrøtt.

 

Her sæst hendingin og Zlatan Ibrahimovich í samrøðu eftir dystin.