Gunnar og Tranmere í niðurflytingarvanda

Gunnar Nielsen spældi allan dystin, tá Tranmere Rovers í gjár á heimavølli tapti 2-1 móti Leyton Orient, sum undan dystinum hevði eitt stig minni enn Tranmere.

 

Leyton Orient var á odda 2-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki minkaði Tranmere um munin, men hóast teir skaptu fleiri málmøguleikar, so bleiv tað bara til tað eina málið.

 

Tranmere hevur 22 stig saman á 20. plássi. Trý onnur lið hava 22 stig, so tað er sera tætt í botninum. Komandi dysturin í League One hjá Tranmere er á útivølli ímóti Swindon um eina viku. Týskvøldið skal Tranmere spæla móti Huddersfield í Johnstone?s Paint Trophy.