Gunnar og FH vunnu tryggan sigur á oddaliðnum

Íslendska meistaraliðið, FH kom aftur á vinnaraslóðina við einum 3-0 sigri á oddaliðnum, Stjarnuni

Gunnar Nielsen vardi málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH tá hafnfirðingar á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum tóku ímóti oddaliðnum, Stjarnuni, sum undan dystinum var heili sjey stig frammanfyri FH.

 

Tann munurin er so minkaður niður til fýra stig nú, tí FH vann ein tryggan 3-0 sigur á Stjarnuni. Í FH meta teir, at teir spældu sín besta dyst í hesum kappingarárinum í kvøld.

 

Sambært dystarfrásøgnini hjá íslendska Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen tvær framúr góðar bjargingar, og gjørdi sostatt sítt til, at lið hansara fekk ein góðan heimasigur. 

 

Steve Lennon legði FH á odda tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Tá 18 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki økti Kristján Flóki Finnbogason til 2-0. Þórarinn Ingi Valdimarsson staðfesti sigurin tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Talan er um ein sera týdningarmiklan sigur fyri FH, sum nú aftur hevur samband við oddaliðini í pepsideildini.

 

Komandi dystur hjá FH verður mikukvøldið 14. juni, tá teir spæla á útivølli ímóti Grindavík.

 

Støðan í pepsideildini:

 

1Stjarnan641115:813
2Valur6   41111:613
3Grindavík5311 9:810
4FH623113:99
5KA522110:78
6KR5212   8:87
7Fjölnir52124:67
8ÍBV62136:117
9Breiðablik52037:106
10Víkingur Reykjavík51137:94
11Akranes510411:143
12Víkingur Ólafsvík51045:103