Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH tá teir fyrr í kvøld vóru á vitjan hjá uppflytarunum, Leiknir í Reykjavík.
FH sum hevði nógv teir flestu málmøguleikarnar tapti óvæntað 1-2 fyri Leiknir, ið hevði bert tríggjar vandamiklar royndir á málið hjá FH, og megnaðu at skora tvey mál. Sama kann ikki sigast um FH, ið vann skothagtølini við 10-3 og hornasparkshagtølini við 9-1.
Leiknir-FH 2-1 (1-1)
0-1 Matthías Vilhjálmsson (19.)
1-1 Sævar Atli Magnússon (20.)
2-1 Sævar Atli Magnússon br. (57.)
FH hevur nú seks stig upp til oddaliðið, hitt føroyingaliðið, Valur sum vann 2-1 á Keflavík ígjár. Kaj Leo í Bartalsstovu fekk seinasta korterið á vøllinum. Valur eru framvegis ósigraðir aftaná seks dystir.
Komandi leygardag tekur Valur móti Víkingi. Dagin eftir tekur FH móti Keflavík.
Støðan:
Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
Valur | 6 | 12:6 | 16 |
Víkingur R. | 6 | 11:5 | 14 |
KA | 6 | 11:3 | 13 |
FH | 6 | 12:7 | 10 |
Breiðablik | 6 | 14:10 | 10 |
KR | 6 | 9:8 | 8 |
Leiknir R. | 6 | 8:8 | 8 |
Fylkir | 6 | 9:12 | 6 |
ÍA | 6 | 7:12 | 5 |
HK | 6 | 7:12 | 3 |
Keflavík | 6 | 6:15 | 3 |
Stjarnan | 6 | 2:10 | 2 |