Gunnar Nielsen: Vit skulu fara eftir kjansinum

FM1: Føroysku spælararnir eru komnir yvir avrikið móti Ísrael, sjálvt um tað er sterk mótsøða

##med2##

 

Samrøða við Gunnar Nielsen (trýst á pílin omanfyri)

 

Gunnar Nielsen heldur fyri, at føroyska landsliðið skal spæla sín dyst og ikki hugsa um, at hetta er ein stór hending. Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið móti Danmark á Tórsvølli. Lagið í føroyska hópinum er betri, eftir minni góða avrikið móti Ísrael.

 

- Tað er nógvur spenningur rundan um dystin, men vit hava tosað nógv um at spæla dystin og ikki stóru hendingina. Hetta verður sjálvandi nakað serligt við fullum húsið og tað er Danmark vit spæla ímóti, men vit mugu fyrst og fremst hugsa um okkara spæl og hvat vit skulu, sigur Gunnar Nielsen og leggur afturat:

 

- Tað nyttar einki hjá okkum at hanga í einum vánaligum avrikið. Mangan hava vit reist okkum eftir tey vánaligu úrslitini. Sjálvandi er hetta ein sterk mótstøða, men vit mugu víðari. Tað haldi eg eisini vit eru komnir og lagið er gott, sigur málverjin.

 

Danmark er sterk mótstøða, men Gunnar Nielsen vil ikki avskrivað eitt gott úrslit.

 

- Tú veist ongantíð. Raka vit dagin og teir ikki raka dagin, so kann tað brádliga blíva spennandi og skeg. Vit skulu fara eftir møguleikanum, sigur Gunnar Nielsen.

 

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleiki í morgin.

 

##ms##