Gunnar Nielsen helt málið reint

Gunnar Nielsen stóð í mál hjá Motherwell, tá teir um vikuskiftið vunnu

Føroyski landsliðsmálverjin stóð í mál hjá Motherwell, tá teir um vikuskiftið vunnið 2-0 á Kilmarnock í skotsku Premier League.

 

BBC skrivar, at Gunnar Nielsen ikki var arbeiðisleysur í málinum, men hevði minst tvær góðar bjargingar. Gunnar Nielsen hevur verið fastur málverji í eina tíð nú, eftir at Lee Hollis hevur verið skaddur.

 

Motherwell liggur nú nummar trý skotsku Premier League. Teir hava 25 stig, meðan Celtic hevur 33 stig á fyrsta plássi.