Gunnar Nielsen er vónbrotin av úrslitinum

Gunnar Nielsen fegnast um avrikið í kvøld, men harmast, at úrslitið gjørdist 3-0 til Eysturríki.

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, var nøgdur við avrikið hjá føroyska landsliðnum í 0-3-tapinum ímóti Eysturríki í kvøld, men er hóast alt vónbrotin av úrslitinum.


- Vit spæla væl, tá ið vit koma afturúr 1-0. Avrikið eri eg samanumtikið nøgdur við, men úrslitið var øgiliga keðiligt, so eg má siga, at eg eri vónbrotin, sigur Gunnar Nielsen, sum síðani varð spurdur um hvussu hann samanumtikið var nøgdur við alt bólkaspælið.


- Vit vildu fegnir havt fleiri stig og ein sigur at víst á. Tað kann vera, at føroyingar halda nakað annað, men eg haldi, at hetta var ein øgiliga sterkur bólkur. Vit burdu gjørt tað betri í summum dystum, men alt í alt hava avrikini verið í lagi, heldur hann.


Undan dystin ímóti Kasakstan var Gunnar Nielsen í hornatøkum við føroyskar kjakarar, har hann vardi Lars Olsen og metti Føroyar hava ov nógvar serfrøðingar í sosialu miðlunum. Spurdur, um hann og liðið ikki bara má taka í egnan barm, nú teir bara hava fingið eitt stig í undankappingini, og má virða, at Føroya fólk hevur rætt til at hava eina meining, svarar Gunnar:


- Eg haldi tað er frálíkt, at fólk hava sína meining. Tað er als ikki har, eg eri. Eg haldi tað er eitt vónbrot, at fleiri fólk ikki koma at hyggja eftir okkum, men bara hava eina meining í sosialu miðlunum. Øll kunnu tó hava eina meining um landsliðið. Tað er øgiliga stuttligt, og tað er eisini tað, sum vit sjálvir hava um fótbólt aðrastaðni, sigur Gunnar, sum at enda undirstrikar, at alt liðið er ógvuliga fegið um at somikið nógv fólk vístu sín stuðul í kvøld.


Almenna áskoðaratalið á Tórsvølli í kvøld var 3800.