Gunnar Nielsen er klárur aftur

Føroyski landsliðsmálmaðurin Gunnar Nielsen er klárur at verja málið hjá Tranmere Rovers aftur. Í góðar níggju vikur hevur millum annað skaðin frá landsdysitnum móti Italia forða honum í at venja við fullari ferð og at spæla dystir. ”Eg gleði meg at sleppa í gongd aftur,” sigur Gunnar Nielsen. Les eisini her hvørji lið Gunnar væntar enda ovast í Premier League og hvør er eitt røvarakeyp.

Tað var í dystinum ímóti Estlandi tann 11. august, at Gunnar Nielsen fekk eina fibur í lærið. Síðani spældi Gunnar ikki aftur fyrr enn 5-0 ósigurin í Italia ein lítlan mánaða seinni. Móti endanum av dystinum stórbjargaði Gunnar einum kanónskoti frá Antonio Cassano, men lendi skeivt og meiddi sær økslina. Fyrsti dysturin Gunnar spældi, síðani hann meiddi sær økslina, var ímóti Skotlandi í Aberdeen týskvøldið.

- Eg havi vant við fullari ferð í góðar tvær vikur, og eg havi eisini gjørt nógv fysiskt arbeiði, so eg føli meg væl fyri. Mær manglar sjálvandi at spæla nakrar dystir, men vónandi kemur tað í næstum, sigur Gunnar um núverandi venjingarstøðuna hjá sær.

Vit hava havt onkrar leikarar, sum oftani vóru fyri skaðum, tá teir umboðaðu landsliðið. Vónandi er Gunnar ikki ein av teimum, men fekk hann skaða í dystinum í Aberdeen, so var tað triðji skaðin í líka so nógvum landsdystum.

- Tað gekk fínt, eg havi sum sagt vant við fullari ferð í eina tíð nú og hjá málmonnum er venjingin oftari meiri krevjandi enn dystir. Tá tað kemur til dystir, so er tað meiri týdningarmikið at vera klárur í høvdinum. Eg føldi einki til skaðan og økslin hevur tað framvegis fínt, sigur Gunnar Nielsen um dystin í Aberdeen.

Strævið at verða skaddur

Mangan tosa fótbóltsleikarar um marruna við at verða skaddur.

- Tað er strævið at verða skaddur. Tú fær ikki tað dagliga “kick’ið”, sum tú vanliga fær til venjing og tá tú spælir dystir, men at verða skaddur er ein partur av at spæla fótbólt, so eg eri avkláraður við støðuna. Nú gleði eg meg bara at sleppa í gongd aftur, sigur Gunnar um tíðani hann hevur verið skaddur.

Tranmere Rovers aftur á skránni

Gunnar er framvegis leigaður út til Tranmere Rovers, sum spælir í triðbestu deildini í Onglandi. Tá hann er klárur, so venur hann typiskt tíggjar ferðir um vikuna við Tranmere og tvær ferðir við Manchester City

- Planin er nú at fara aftur til Tranmere Rovers í vikuni og spæla nakrar dystir og vónandi gera tað gott, sigur Gunnar Nielsen um komandi tíðina. Leigusáttmálin er galdandi fram til fyrst í januar komandi ár.

Gunnar um Premier League higartil

Premier League kappingin er skjótt komin í helvt og tað hava verið nógv óvæntað úrslit higartil.

- Kappingin er jøvn og lið sum Manchester United og Chelsea hava mist fleiri stig enn tey plaga. Kappingin um plássini aftanfyri Chelsea og Manchester United er eisini tøtt. Eg trúgvi at vit fara framvegis at síggja tey stóru liðini missa fleiri stig, men tá avtornar verða tað helst Manchester United og Chelsea, sum ganga undan, sigur Gunnar um Premier League.

Manchester City hevur verið fyri nógvum atfinningum, men eftir vikuskiftið liggja teir á einum fjórða plássi, bara trý stig aftanfyri oddaliðnum Chelsea og Manchester United.

- Eg vænti at teir koma at liggja í oddinum, men tað er torført at siga um tað er nokk til eitt meistaraheilti. Eg vænti at teir verða at síggja í topp fýra fyri tað mesta av hesu kappingini. Tað verður eitt vónbrot um vit ikki enda í topp fýra, tá kappingini er av.

Er tað nakað, ið Gunnar hevur bitið merki í við kappingini higartil?

- Ringa byrjanin hjá Liverpool hevur fingið nógva umrøðu. Nú eru teir so smátt við at koma fyri seg, men tað hevur ikki sæð so gott út hjá teimum. Eitt annað, sum eg havi bitið merki í er nýggja keypið hjá Totttenham, Rafael Van der Vaart. Hann hevur staðið seg væl og tykist mær ógvuliga góður. Gott nokk kostaði hann eitt sindur, men við tí sum hann hevur víst, so vil eg nærmast kalla tað fyri eitt røvarakeyp, sigur Gunnar Nielsen.