Gunnar Mohr nýggjur stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju

Tórshavnar Skipasmiðja hevur nú tveir stjórar. Feðgarnir Poul og Gunnar stýra báðir sterku fyritøkuni inn í tað nýggja ártúsundið

Niclas Johannesen


Sum faðir so sonur.

Á Tórshavnar Skipasmiðju gera væl kendu orðini seg galdandi, nú tað er almannakunngjørt (gjøgnum partafelagsskrásetingina), at Gunnar Mohr hevur tikið við sum stjóri á einum av landsins størstu fyritøkum.

Aftan á at 39 ára gamli skipsverkfrøðingurin takkaði fyri seg á Skála í mars mánaði, hevur tað líkasum ligið í luftini, at stjórastarvið bíðaði eftir honum í Havnini, har pápi hansara Poul Mohr hevur verið oddamaður í óminniligar tíðir. Hóast eigarin er tann sami, so vera Tórshavnar Skipasmiðja og Skipasmiðjan Føroyar kortini rikin sum tvey feløg - rakstarliga óheft av hvørjum øðrum.

Sum skilst, so tekur Gunnar ikki við eftir Poul, men skalsaman við Poul stýra Tórshavnar Skipasmiðjuni inn í komandi øld.


Í góðum standi

Gunnar Mohr váttar, at hann sum nýggjur stjóri nú stendur á odda fyri í eini fyritøku, ?sum longu er í góðum standi?, sum Gunnar tekur til. Men hann leggur dent á, at kappingin innan skipasmíð herðist allatíðina, at skip hava skrúvu og kunnu fara har prísirnir eru best. Haraftrat er føroyski heimaflotin ov lítil at dúva upp á.

Men kortini ber tað til at reka skipasmiðu í Føroyum á einum sunnum fíggjarligum grundarlagi.

? Vit hava lagt okkum eftir at umvæla skip, og meginparturin av okkara virksemi er grundað á tað. Hóast Føroyar á mangar hættir eru avbyrgdar, so er kappingardygdin kortini til staðar, sigur Gunnar og vísir eitt nú til dagliga, dygga flogsambandið við útheimin, ið ger tað møguligt í snarari vend at fáa eykalutir til landið. Aðrir faktorar, ið avgera lagnuna hjá eini skipasmiðju eru kostnaðarstøði og effektivitetur.


Roynt seg aðra staðni

Gunnar Mohr gjørdist skipsverkfrøðingur í 1986 í Danmark, arbeiddi síðan trý ár í Noregi sum skipskonsulentur hjá Skipsteknisk AS. Í 90 gjørdist hann so ?bedriftsøkonom? aftan á at hava lisið við Bedrifts Økonomisk Institut í Ålesund í Noregi. Sama ár gekk leiðin so til Føroya. Hetta var beint áðrenn kreppan rakti land og fólk. Men hóast torførar tíðir so taldist Tórshavnar Skipasmiðja millum heilt fáu undantøkini, ið prógvaðu regulin um, at her gekk av skriðuni til meginpartin av nítiárunum.

Eitt nú fekk skipasmiðjan tríggjar útlendskar ordar miðskeiðis í 90?unum. Umhvørvisskip var bygt til Thailands, ferðfólkaskip bygt til Svendborg og Grønlendingar fingu tríggjar politibátar bygdar á Tórshavnar Skipasmiðju.

Í dag arbeiða 160 fólk á Tórshavnar Skipasmiðju, meðan Skipasmiðjan á Skála hevur 75 fólk í starvi. Hjá teimum 10 fólkunum á teknistovuni liggur nú Sandoyarferjan og fær sítt skap. Og hjá teimum 10 starvsfólkunum í umsitingini skulu tær 60 milliónir krónurnar, sum hesin ordrin er verdur, plaserast soleiðis, at nýggi stjórin í komandi øld helst framvegis kann staðfesta, at Tórshavnar Skipasmiðja er ?í góðum standi?.