Stjóraskifti
1. apríl tók havnamaðurin, Gunnar Mohr, við sum stjóri á Skála Skipasmiðju eftir Marna Olsen, sum eisini er havnamaður.
Gunnar, sum er sonur veteranin innan
skipasmiðjuvirksemi í Føroyum, Poul Mohr, hevur drúgvar royndir innan hetta yrki. Hann hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju síðan 1990 og hevur saman við Poul Mohr verið stjóri síðan 1999.
Nýggi stjórin á Skála er 43 ára gamalur.
Umleið 80 fólk starvast á Skála Skipasmiðju.