Gunnar liðugur í Champions League

Celtic var ein ov stórur biti fyri íslendska Stjarnan

Íslendska felagið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnar Nielsen, hevur takkað fyri seg í Champions League á hesum sinni. Skotska stórfelagið, Celtic, gjørdist ein ov stórur biti at svølgja hjá Gunnari og íslendsku liðfeløgum hansara.

 

Fyri viku síðani var fyrri dysturin ímillum liðini bæði leiktur á Celtic Park í Skotlandi. Tann dystin vann Celtic 2-0. Við føroyskum brillum er áhugavert at nevna, at Gunnar Nielsen bjargaði brotssparki í  tí dystinum.

 

Í gjárkvøldi var tað so Stjarnan, ið átti heimavøll. Ósigurin áljóðandi 2-0 í fyrra dystinum merkti, at útlitini fyri víðari luttøku ikki vóru serliga stór hjá Stjarnan. Og tað varð heldur ongantíð nakar ivi um, hvør kom víðari til 3. undanumfar í Champions League, tí at Celtic vann dystin 1-4.

 

Hervið vann Celtic samanlagt 6-1, og Gunnar Nielsen er liðugur í Champions League á hesum sinni.