Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagar hansara í FH komu aftur á sigurskós í Pepsideildini, tá teir á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum í Hafnarfirði vunnu 2-0 á Fjølni.
Longu í fjórða minutti gjørdi Fjølnir sjálvmál. Steven Lennon staðfesti sigurin fyri hafnfirðingar í 55. minutti.
Boð vóru eftir Gunnari Nielsen í nøkrum støðum. Sambært Morgunblaðnum vardi Gunnar Nielsen fyri einum skoti hjá Igor Jugovic í 39. minutti, og Gunnar vardi eisini fyri stútara hjá Marcus Solberg í 73. minutti.
FH liggur nú á triðja plássi við níggju stigum. Stjarnan er nummar tvey við somuleiðis níggju stigum. Oddalið er Ólafsvík við 10 stigum.
Komandi mánakvøld vitjar Gunnar Nielsen sítt gamla lið, tí tá spælir FH ímóti Stjarnuni á útivølli.