Gunnar er føddur og uppvaksin í Havn. Hann tók HF-prógv í Hoydølum, áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa til byggifrøðing.
Hann hevur nú í mong ár arbeitt sum byggifrøðingur hjá Árni Winther arkitektum. Eitt skifti arbeiddi hann hjá Tórshavnar býráð.
Gunnar hevur stóran áhuga fyri bygging og byggilist. Hann hevur ígjøgnum árini havt eftirlit við nógvum bygningsverkum í sínum arbeiði sum byggifrøðingur.
Foreldrini hjá Gunnar eru Jenny, f. Mikkelsen, av Toftum (1924-1999), og Eigil Gunnarsson úr Vági.
Gunnar er giftur Berit Jensen úr Havn, tey eiga børnini Egil, 18 ár, og Jónu, 16 ár.
Føðingardagin var Gunnar burturstaddur.










