Tíðarskeiðið hjá Gunnari Nielsen sum málverji hjá FH er nú liðugt.
Hetta skriva íslendskir fótbóltsmiðlar í dag.
Gunnar vardi málið hjá Stjørnuni í 2015, og hevur síðani 2016 verið partur av hópinum hjá FH.
Fyrr í ár misti Gunnar plássið sum fyrsti málverji hjá FH til Atla Gunnar Guðmundsson.
Gunnar spældi 150 skrásettar kappingardystir fyri FH. 121 í bestu íslendsku deildini, 12 í steypakappingini og 17 evropeiskar dystir.
Gunnar hevur áður roynt seg í Frem, Blackburn, Motherwell, Manchester City, Wrexham, Tranmere og Silkeborg.