Gunnar framúr byrjan í Íslandi

Føroyski landsliðsmálverjin hevði avgerandi leiklut, tá ið Stjarnan í kvøld vann Super Cup.

Landsliðsmálverjin hjá Føroyum, Gunnar Nielsen, spældi í kvøld sín fyrsta dyst av týdningini fyri íslendska felag sítt, Stjarnan.


Talan var um Super Cup, ið svarar til føroysku útgávuna av Stórsteypadystinum. Stjarnan er meistari, og teir møttu steypavinnarunum úr KR Reykjavík.


Tað eydnaðist Gunnari og teimum at vinna 1-0 við mál frá Þórhalli Kára Knútssyni í 81. minutti.


Gunnar Nielsen stóð fyri fleiri bjargingum, har av eini stórbjarging í yvirtíðini.