Gunnar Vatnhamar fekk í kvøld sín fyrsta dyst frá byrjan í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu greiðan 3-0 sigur á KR á heimavølli.
Sigurin merkir, at Víkingur er fremst í deildini við níggju stigum fyri tríggjar dystir.
Logi Tómasson legði Víking á odda tá ein hálvur tími var leiktur av dystinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki øktu Birnir Snær Ingason og Arnór Borg Guðjohnsen til 2-0 og 3-0.
Komandi leygardag verður føroyingauppgerð. Gunnar og liðfelagarnir í Víkingi taka ímóti Pæturi J. Petersen og liðfeløgunum í KA.