Í kvøld spældi Gunnar Vatnhamar sín fyrsta dyst fyri Víking Reykjavík í 2024.
Í dysti í bólki á í Reykjavíkar-meistaraskapinum í Egilshöll vann Víkingur Reykjavík stórsigur 4-0 á Fjölni.
Verandi greipuvinnararnir skutu øll fýra málini í fyrra hálvleiki.
Fjölnir 0 - 4 Víkingur
0-1 Helgi Guðjónsson ('6), upplegg: Ari Sigurpálsson
0-2 Danijel Djuric ('13), upplegg: Ari Sigurpálsson
0-3 Gísli Gottskálk Þórðarson ('31)
0-4 Danijel Djuric ('37), upplegg: Viktor Örlygur Andrason
Undan dystinum í kvøld hevur Víkingur Reykjavík í dystum í bólki A í Reykjavíkar-meistaraskapinum vunnið 4-2 á bæði ÍR og á Fylkir.
Víkingur Reykjavík er einsamalt oddalið í bólki A við níggju stigum fyri tríggjar dystir.
Komandi mánakvøld klokkan 19 tekur Víkingur Reykjavík móti Leiknir á heimavølli í tí seinasta dystinum í bólki A.










