Føroyski landsliðsmálmaðurin stóð fyri fleiri stórbjargingum, tá eykaliðið hjá Manchester City í kvøld spældi 1-1 móti Bolton. Heimasíðan hjá Manchester City skrivar, at Gunnar Nielsen í fleiri førum bjargaði Manchestr City frá ágangandi Bolton liðnum. Tað byrjaði annars ikki so væl hjá Gunnari, tí Bolton legði seg á odda longu tíðliga í dystinum. Síðani hevði Gunnar fleiri góðar bjargingar í fyrra hálvleiki, áðrenn Bunn stutt inn í seinna hálvleik javnaði fyri Manchester City.
Í seinna hálvleiki helt Gunnar fram við góða spælinum og gjørdi fleiri góðar bjargingar. Stutt fyri tíð megnaði Bolton at fáa bóltin framvið Gunnari, men tá hevði linjuverjin flaggið á lofti.
Eisini Bolton heimasíðan rósar 24-ára gamla havnarmanninum fyri avrikið í kvøld.
Liðið, sum Gunnar spældi við í kvøld, taldi millum annað Andrea Mancini, ið er sonur venjarin, Roberto Mancini. Eisini Michael Johnson spældi við, hann hevur verið skaddur í fleiri ár, men tykist nú so smátt koma seg.










