Gunnar aftur fyrsta val

Gunnar Nielsnen er klárur aftur, meðan kappingarneytin hevur brotið fingurin

Í morgin tekur Motherwell móti Inverness í skotsku Premier League. Seinastu dystirnar hevur Lee Hollis staðið í mál, men nú verður føroyski landsliðsmálverjin aftur at síggja millum stengurnar.

 

Gunnar Nielsen hevur havt ein minni skaða, men klárur til dystin í morgin. Hinvegin verður Lee Hollis, sum er kappingarneytin hjá Gunnari sum fyrsta val í málinum, ikki at síggja á vøllinum komandi mánaðin. Hann hevur brotið fingurin, skriva skotskir miðlar.

 

Motherwell liggur í løtuni á triðja plássi í skotsku Premier League. Trý stig eru upp til Aberdeen, sum liggur á øðrum plássi.