Mikukvøldið verður síðsti dysturin í innleiðandi umfarinum í VFF kappingini. Talan er um útsettan dyst millum B68 og B36.
B68 spældi í dag á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum vann 2-1, eftir at B68 eina løtu var frammanfyri við máli, sum Andri Benjaminsen skoraði, tá ið eitt lítið korter var farið.
Lítla løtu undan steðginum javnaði Ragnar B. Danielsen við brotssparki, og Teitur D. Olsen skoraði sigursmálið fyri EB/Streym, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Punktum verður sett fyri kappingina í Gundadali leygardagin. Tað er greitt, at HB verður annað finaluliðið. HB hevur betri málmun enn Víkingur. Bæði liðini hava 11 stig.
KÍ hevur 10 stig, og B36 hevur 9 stig. Um B36 vinnur fulla úrtøku á Svangaskaarði mikukvøldið, so verður B36 best av øllum við 12 stigum, og so verður finalan millum B36 og HB. So vera tað Víkingur og KÍ, sum fara at spæla um triðja plássið, NSÍ og ÍF um fimta plássið, Skála og EB/Streymur um sjeynda plássi og B68 og AB um níggjunda plássið. Hvørki B68 ella AB hava higartil vunnið stig.