Gummirákin skal blásast burtur

Klaksvíkingar liva framvegis í FM vónini

3-1 tapið á Argjum fyri tveimum vikum síðani svíður í Klaksvík, har flaggskipið ikki sjálvt hevur møguleikan at vinna FM heitið. Tað er neyðugt at vinna fulla úrtøku ímóti B68 á heimavølli og í Fuglafirði. Um tað verður gull ella silvur valdast, hvussu tað fer at hilnast hjá Víkingi.

 

 

Skrædlið á Argjum fyrra partin av fyrra hálvleiki boðaði frá gummibeinum. Størsti veikleikin var, at miðverjan ikki riggaði. Liðformaðurin, Jonas Flindt Rasmussen, var leikbannaður. Nú er hann tøkur aftur. Tað hevur ljóðað, at Súni Olsen fer at spæla við í tveimum teimum síðstu umførunum, men hann hevur vant millum lítið og einki saman við liðfeløgunum.

-Vit savna okkum um tað, sum vit kunnu gera nakað við. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Páll A. Klettskarð, sum var liðformaður á Argjum.

Jóannes Bjartalíð fór fram ímóti dystarenda í U-21 landsdystinum fyri góðari viku síðani skaddur av vøllinum. Hann er komin fyri seg aftur.

 

 

B68 er á veg niður í næstbestu deildina uttan at hava vunnið fulla úrtøku:

-Vit arbeiða framvegis fyri at vinna, og tað vóna vit fer at eydnast í Klaksvík. AB vísti, at klaksvíkingar eru til at tosa við, sigur B68 venjarin Eliesar Olsen.

Damir Ibric Yüksel er knæskaddur, og Evrard Blé er burturstaddur. Albert R. Johannesen hevur eisini verið skaðadarvaður.