Gult kort til Rógva í steypasigri

FC Fredericia koppaði OB í steypakappingini

Í Fredericia er fótbóltslagið gott í kvøld. Tað eydnaðist føroyska landsliðsspælaranum, Rógva Balvinsson, og liðfeløgum hansara í FC Fredericia at koppa OB í donsku steypakappingini við einum 2-1 heimasigri.

 

Talan er um eitt fótbóltsroysnið, tí FC Fredericia spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, meðan OB spælir í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Rógvi spældi allan dystin á tamb í verjuni hjá Fredericia. Tá 70 minuttir vóru farnir fekk Rógvi tað gula kortið. 

 

Admir Catovic legði Fredericia á odda í 37. minutti. Minuttin aftaná javnaði OB til 1-1 við máli, sum Kenneth Zohore skeyt. Sigursmálið hjá Fredericia skeyt Oliver Feldballe, tá 9 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Sambært heimasíðuni hjá FC Fredericia var tað serliga í fyrra hálvleiki, at Rógvi og hinir í verjuni høvdu nóg mikið at síggja til, tí tá trýsti OB nógv. 

 

1.680 áskoðarar sóu minniliga sigurin hjá Fredericia, sum er víðari til 4. umfar í donsku steypakappingini.