Fótbóltur
Tað er eingin, sum tykist steðga HB. Gaman í taptu teir fyri hálvari aðru viku síðani heimadyst móti EB/Streymi, men gullið kemur kortini nærri fyri hvørt umfarið, sum gongur.
Við 10 stigum at geva av til næsta liðið eru heldur ikki nógv, sum tora at seta pening uppá, at HB ikki verður meistari, men í norðara húsinum í Gundadali vilja tey á ongan hátt kanna sær bitan.
- Tað sær sjálvandi gott út, men nú hugsa vit um Víking, eru boðini frá Sámali Erik Hentze, venjara, ið tykist væl ávegis at røkka málinum um, at hann framvegis skuldi vera venjari, tá HB í oktober mánaði hevur ársveitslu.
Ein av uppskriftunum í góðu gongdini hevur verið ein sera støðugur verjupartur, har skiftingarnar ikki hava verið serliga nógvar. Men tað verður tó neyðugt við broytingum hesaferð.
Rasmus Nolsøe er farin av landinum í lestrarørindum, og enn er Vagnur Mohr Mortensen ikki komin fyri seg, og tí verður neyðugt við nýggjum fólki ella umskipan á liðnum.
Í aðrar mátar er HB tó væl fyri. Einki leikbann rakar hópin í løtuni, og sæð burtur frá Vagni Mohr Mortensen er eingin maður á skaðalistanum.
Hjá Víkingi hevur formkurvan ikki verið heilt so góð seinastu vikurnar. Steypasigurin tykist so ella so at hava skapt nøgdsemi í hópinum, og bæði móti ÍF og 07 Vesturi hevur talan verið um óvæntað tap á heimavøllinum í Sarpugerði.
- Vit hava kanska verið eitt sindur sløvir í seinastuni, og hasi bæði úrslitini hava ikki verið nóg góð. Eg veit ikki, um tú kanst siga, at vit hava mist nakað av villskapinum, men tað má so broytast, um vit skulu hava nakað við okkum úr Gundadali móti HB, sigur Súni Olsen, sum uttan iva verður á sentrala miðvøllinum.
Heldur ikki Víkingur hevur nøkur leikbann. Hinvegin noyddist Sølvi Vatnhamar av vøllinum við skaða í tapinum móti 07 Vesturi, og hann verður neyvan tøkur. Tað verður Sam Jacobsen neyvan heldur, hóast hann nú spakuliga er byrjaður at venja eftir skaðasteðg.