Síðani 2007 hevur tað verið fastur siður á fyrst gamla Rás2, og síðani á FM1, at sendingin "GULLRADIO" hevur verið á skránni fyri liðið sum vinnur FM-gull í bestu mansdeildini.
Fýra ferðir hevur Gullradio verið fyri HB, tríggjar ferðir hevur Gullradio verið fyri B36, tvær ferðir hevur Gullradio verið fyri Víking og EB/Streym, og á einum sinni, í 2007 var Gullradio fyri NSÍ.
Í ár verður á fyrsta sinni Gullradio á FM1 fyri KÍ.
Skráin fyri GULLRADIO á FM1 hósdagin 31. oktober:
Klokkan 15.05 til klokkan 15.55: Kavalkada við frásagnarbrotum og samrøðubrotum frá 26 av 27 dystum hjá KÍ í betrideildini 2019.
Klokkan 16 til 16.55: Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 prátar í beinleiðis sendingini við KÍ-spælarar, KÍ-fjepparar og borgarstjóran í kaffistovuni í KÍ-høllini.
Klokkan 17.15: Ringt verður til Mikkjal Thomassen, venjara og Jóannes Bjartalíð, ið eru staddir í Noregi. KÍ-sangir verða eisini spældir í sendingini.
Lurtararnir kunnu senda eina heilsu til KÍ á sms-skipanini, ið hevur nummar 559999.
Kavalkadan og samrøðurnar, ið verða gjørdar verða lagdar út á in.fo.
FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7.











