Tað var í 2007, at stjórin í Miðlahúsinum, Jonhard Hammer tók stig til, at gamla Rás2 skuldi hava GULLRADIO fyri FM-vinnarunum í mansfótbólti, ið hetta árið vóru NSÍ.
Síðani 2007 hava FM1 og gamla Rás2 havt eitt GULLRADIO fyri NSÍ, fimm fyri HB, tvey fyri Víking, trý fyri B36, tvey fyri EB/Streymi, og í morgin verður GULLRADIO fyri KÍ á øðrum sinni.
Skráin fyri GULLRADIO á FM1 fríggjadagin (Tíðindi vera klokkan 15, 16 og 17) :
Klokkan 14.00 til 14.55: Ljóðkavalkada við hæddarpunktum og samrøðubrotum frá kappingarárunum hjá KÍ í Betrideildini hjá monnum 2021.
Klokkan 15.05 til 15.55: Reportarin, Petur Asbjørn Lervig fer at práta við KÍ-spælarar og onnur sum varða av KÍ norðuri í Klaksvík.
Klokkan 16.05 til 16.55: Fótbóltspanelið við Tróndi Arge, har stórur dentur verður lagdur á avrikið hjá KÍ hetta kappingarárið.
Klokkan 17.15 til 18.00: Heilsur vera lisnar til KÍ, vit hoyra KÍ-sangir og eina samrøðu við Mikkjal Thomassen gjørd tveir dagar aftaná FM-gullið kom í hús.'
Lurtarar kunnu senda eina heilsu inn til KÍ á nummar 559999.
Gullradio verður endursent leygardagin millum klokkan 10 og 13.45, og teir fýra senditímarnir koma út á fm1.fo og in.fo.
Øll kunnu hoyra FM1 áwww.fm1.fo











