TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tey prátini Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen gjørdu við umboð fyri Neistan aftaná neistakvinnur høvdu vunnið Coca Cola steypafinaluna 17-16 ímóti VÍF.
Vit hoyra Trónd Arge tosa við Marjun F. Danberg og Fríðu Petersen, sum áttu sín stóra lut í, at Neistin fór við steypagullinum í dag.
Vit hoyra eisini prátið Hilmar Jan Hansen gjørdi við forkvinnuna í Neistanum, Súnu Mørk (myndin). Vit hoyra eisini løtuna, tá neistakvinnur fingu handað gullkrónur og Coca Cola steypið.