Gullprátini, tá Mjølnir vann FM í stórum stíli

Mjølnir vann Eikdeildina hjá kvinnum í flogbólti í stórum stíli í dag.

 

Mjølnir vann tað seinnu FM-finaluna ímóti SÍ í høllini í Trongisvági við 3-0. Settmunurin varð so greiður sum 25-14, 25-14 og 25-9. Tað var ongantíð spenningur í dystinum.

 

Mjølnir vann eisini ta fyrru FM-finaluna norðuri í Klaksvík, sum varð spæld mikukvøldið við 3-0.

 

Undir greinini ber til at hoyra teir avgerandi bóltarnar, og samrøðurnar, sum vóru gjørdar aftaná FM-finaluna í Trongisvági. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Kristian Mikkelsen varð viðmerkjari.