Gullmyndin

Hóast tað enn ikki er staðfest hvør mynd hjá Per á Hædd vann kappingina, so væntar fotografurin sjálvur, at tað er hendan.

Per vann fyrsta prís í kappingini um »Form og Figur«. Hetta má sigast at verða ótrúliga flott, tí nógvir kendir fotografar vóru við í kappingini. M.a. varð favoritturin hjá Peri, kenda Inga Aasmul nr 3 í somu kapping.
Myndin hjá Peri vísir eina nakna kvinnu, sum kemur inn í myndina vinstrumegin og eina stóra krukku, sum kemur inn í myndina høgrumegin.
Per sigur sjálvur, at hann aldri hevur luttikið í nakrari tílíkari kapping áður, men at hann fekk hugskotið til hesa myndina, tá hann sá evnið »Form og Figur«. Hugskotið bar allanvegin til eina gullmedalju.