Vit kenna søguna um manningina úr Fuglafirði. Mammur og døtur umborð á sama báti, um tað so er umborð á Rádna ella Erlu Kongsdóttir. Gull gull og aftur gull er úrsliti. Síðani tær róðu sína fyrstu stevnu í 2014 hava tær ikki tapt ein róður. Heldur hinvegin hava tær vunnið flestar allar sannførandi.
Eg haldi ikki at støðið hevur verið lágt, vit eru bara ein manning sum passar sera væl saman har allar eru ymiskar. Eingin av okkum er best í øllum, men allar eru best á hvør sín hátt, sigur Kirstin Toftegaard, bátsforkvinna umborð á Rádna. Tað og venjingarnar og venjarin hjá okkum er orsøkin til okkara góðu úrslit. Tað hevur verið kvalitetur í hvørjari einastu venjing og innandura tølini hjá okkum er góð.
Og so eri eg ikki bangin fyri at siga at róðurskvinnan hjá okkum nokk er tann besta í Føroyum. Hon hevur verið ólukksáliga góð og hevur totalt stýr á øllum. Tað hevur nógv at siga fyri manningina at hava álit á róðurskvinnuni, so vit bara skulu hugsavna okkum um at rógva ímeðan hon heldur skil á rest.
Tríggjar av teimum, tvíburarnir Kirstin og Jastrið Toftegaard og Sunnleyg Eliassen hava róð saman síðani 2012 og hava stórt sæð vunnið allar róðrarnar. Í ár er Rádni mannaður við somu manning og málið er greitt.
Sjálvandi at endurvinna FM, men vit vanta harða kapping, sigur Kirstin Toftegaard. Serliga vænta vit kapping frá Sølmundi. Tí er málið eisini at betra okkara kvalitet í rógvingini. Vit hava vant nógv og hava nógv fokus á at blíva betri til hvørja venjing. Vit hava vant sum manning síðani Januar. Vit hava haft fleiri skaðar, men tíbetur hava vit ein dugnaligan fyrioterapeut, Rannvá, umborð.
Mamma Kirstin og Jastrið, Bettina Toftegaard er eisini umborð á manningini og hevur hon vunnið hvønn tann einasta róður, síðani tær fóru umborð á Erlu Kongsdóttir í 2014. Spurd um loyndarmálið til góðu úrslitini peikar hon eisini á róðurskvinnuna og tvíburarnar báar.
Tvíburarnir stýra tempo saman við Sunnleyg og tær eru eisini fantastiskar til tað tekniska og Sunnleyg er nokk tann allarbesta at stýra. Aftrat tí, geva vit allar okkara íkast til manningina, men akkurát hvat vil eg ikki avdúka.
Umborð á manningini eru Jastrið Toftegaard, Kirstin Toftegaard, Bettina Toftegaard, Rannvá Lava Olsen, Sunrid Traðará, Turið Christiansen, og róðurskvinna er Sunnleyg Eliassen. Manningin hevur trý tey seinastu árini verið føroyameistari, í 2014 og 2015 við Erlu Kongsdóttir í 5-mannaførum og í 2016 í 6-mannaførum kvinnum.