Gulllaksi dámar ikki høgætt

Í dag og í gjár hava trý gulllaksaskip landað í Saltangará, men hendan túrin hevur veiðan verið heldur slakari enn annars. Hildið verður, at tað er høgættin, sum er orsøkin

GULLLAKSUR

Í morgun hava Polarhav og Stjørnan landað góð 400.000 pund av gulllaksi í Saltangará.
Eysturbúgvin, sum eisini er á gulllaksaveiði, landaði umleið 200.000 pund í Saltangará í gjár. Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði í Kollafirði.
Seinastu dagarnar hevur gulllaksaveiðan ikki roynst líka so væl, sum undanfarnu túrar hjá hesum skipum. Høgættin plagar nevniliga ikki at roynast best til gulllaks.
Skipini, sum landaðu gulllaks í Saltangará í dag og í gjár, hava roynt í einar 4-5 dagar.

Upsaskip
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey eisini okkurt par við upsa seinni í hesi vikuni, og væntandi verða Stelkur og Bakur teir fyrstu, sum koma inn at landa.
- Skipini skuldu helst komið mikudagin, men upsaveiðan er framvegis vánalig, og tí vænta vit ikki teir fyrstu bátarnar fyrr enn fríggjadagin, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.