GULLLAKSUR
Leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum eru millum tey seks skipini, ið hava fiskað gulllaks seinastu mánaðirnar, vóru í Saltangará við síni fyrstu upsalast í gjár.
Skipini hava verið úti síðan næst seinasta leygardag, og nú tey vóru inni í gjár, hava tey 330.000 pund av upsa tilsamans.
Hini fýra skipini, sum hava verið á gulllaksaveiði, eru Vestmenningur og Fram og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Eysturbúgvin breyt motorin tíðliga í vertíðini í ár, men fekk um endan á vertíðini aftur, tá tað fór at líða út á heystið.
Meðan Eysturbúgvin skifti motor á skipasmiðjuni MEST í Havn, partrolaði Vesturbúgvin eftir gulllaksi saman við Steintóri úr Hvalba.
Landing seinni
Í gjár, tá vit frættu av landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará, høvdu bara Polarhav og Stjørnan verið inni, men tey roknaðu við onkrari landing aftrat seinni í hesi vikuni.
Greitt var ikki, hvørji tey fyrstu skipini verða, men roknað verður við, at Jaspis og Ametyst koma inn at landa, tá hendan vikan fer at líða.