Í ár eru 44 ár síðani, at teir báðir, Kári Petersen og Per Nyholm Debess, sendu fyrstu útgávu sína á føroyska plátumarknaðin.
Saman gjørdu Debess og Petersen tvær útgávur, men hóast tíðarinnar tonn hevur verið eftir teimum, so rúma útgávurnar framvegis nakrar av heilt kendu føroysku songunum. Eitt nú Dansin um gullkálvin, Bláa húsið og Heit var náttin.
Nú verður tónleikurin hjá teimum báðum fyri fyrstu ferð yvirhøvur framførdur á palli í upprunaliga líki sínum.
Tað verða Edvard Nyholm Debess, Uni Debess og Benjamin Petersen sum saman við Finnur Hansen og Ólavur Olsen syngja og spæla tey ymisku ljóðførini á plátunum.