Hann helt ikki leingi sum venjari í Tjetjenien. Tá lið hansara, Terek Grosnij, tapti útidystin móti Amkar Perm, var tolið hjá leiðsluni uppi.
Ruud Gullit var ávaraður undan dystinum. Hann fekk tey greiðu boð, at vann liðið ikki útidystin móti Amkar Perm, fekk hann sekkin. Terek Grosnij tapti dystin 1-0 við einum sjálvmáli í 90. minutti, og so var liðugt hjá Gullit.
Fyrrerandi AC Milan leikarin hevur ikki livað upp til tað, roknað var við. Í teimum 13 dystunum, sum higartil eru leiktir, hevur liðið tapt sjey og bert vunni tríggjar, og tað gjørdist ov nógv fyri ótolnu leiðsluna.
Tað er forsetin í Tjetjenien, Ramzan Kadyrov, sum eisini er formaður í Terek Grosnij. Hann handaði Gullit uppsøgnina. Hollendarin kom til Terek Grosnij fyrr í ár og fekk ein hálvtannað ára sáttmála.
Terek Grosnij liggur sum nummar 14 í kappingini, bara eitt pláss frá niðurflyting.