HB og teirra viðhaldsfólk fegnast um FM heitið, sjálvt um tað í góðveðrinum við Løkin í dag ikki eydnaðist at vinna stig.
-Menn vóru ikki so uppsettir í dag, mugu vit ásanna. Tað hevur alla vikuna snúð seg um gullið. Men tá ið alt kemur til alt, so haldi eg, at vit hava uppiborið FM heitið, sigur miðvallarin Bárður Olsen.
HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen harmast tapið í dag, men tá ið hugt verður aftur á kappingina, so er hann væl nøgdur:
-Hetta hevur verið eitt langt og strevið kappingarár, og sjálvandi stórfegnast vit um at hava vunnið 22. FM heitið til felagið, segði HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen í práti við Rás2, áðrenn hann tók ímóti FM steypinum, sum FSF formaðurin Christian Andreassen handaði Fróða Benjaminsen og HB.
NSÍ hevur vunnið síðsta heimadystin 4-2. Hóast tað í sær sjálvum er flott avrik at vinna á meistarunum, so eru tey í NSÍ ikki heilt so fegin, sum tey kundu havt verið. Orsøkin er tann, at NSÍ misti bronsukrónurnar á stokkinum.
B36 var undan NSÍ, áðrenn fyrsta bríkslið í 27. umfari, og B36 var undan NSÍ eftir síðsta bríkslið í 27. umfari. Tað syrgdi B36 fyri við trivaligum 3-1 sigri á silvurvinnarunum í ÍF í góðveðrinum í Fuglafirði.
Fuglfirðingar taptu í dag, men teir fegnast sjálvandi um, at tað eydnaðist ÍF at vinna silvurkrónurnar. Undan kappingarbyrjan vóru tey fleiri, sum roknaðu við, at ÍF fór at enda væl lægri enn so á støðutalvuni.
Við 3-0 sigri á Argjum og Arnbirni Hansen sum tvífaldum málskjútta eydnaðist tað EB/Streymi at vinna seg upp á fimta plássið. Harvið eigur EB/Streymur fjúrtan heimadystir í 2014.
Í Trongisvági var úrslitið 1-1 millum TB og Víking. Tað ber við sær, at Víkingur dettur av fimta og aftur á sætta plássið. Víkingur og EB/Streymur enda bæði á 41 stigum. Málmunurin hjá EB/Streymi er +19, og hjá Víkingi er málmunurin -1.
27. umfar
KÍ-07Vestur 7-1 (4-1)
1-0: Sørmundur Kalsø 9.
2-0: Jóhan Jacobsen 10.
3-0: Páll Klettskarð 12.
4-0: Páll A. Klettskarð 18.
4-1: Holgar Durhuus 39.
5-1: Tórur Justesen 86.
6-1: Páll A. Klettskarð 89.
7-1: Ísak Simonsen 90.+2.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø (Jógvan Isaksen, 71.), Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni – Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen (Tórur Justesen, 70.), Heðin Klakstein – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen (Ísak Simonsen, 70.)
Gult kort: Tórur Justesen
07Vestur: Andras Gango – Torstein Mýlingstind (Høgni E. Nielsen, 74.), Emil Mikkelsen, Eli Falkvard Nielsen, Petur G. Dalbø (Ásmund Hansen, 46.) – Tór-Ingar Akselsen, Gunleif Olsen (Hørður H. Johansen, 46.), Jovan Radinovid-Panic – Holgar Durhuus, Ibrahima Camara, Jákup S. Olsen
Gult kort: Jovan Radinovid-Panic
ÍF-B36 1-3 (0-1)
0-1: Lukasz Cieslewicz br 37.
1-1: Bartal Eliasen 54.
1-2: Jákup á Borg 68.
1-3: Lukasz Cieslewicz 71.
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Jákup Mikkelsen (Hallgrím G. Hansen, 67.) – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum – Dánjal á Lakjuni (Aleksandar Jovevic, 83.), Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen, Nenad Saric (Ari Ó. Ellingsgaard, 6.) – Øssur Dalbúð, Bartal Eliasen
Gult kort: Høgni Zachariassen, Poul N. Mikkelsen, Øssur Dalbúð
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Súni Olsen, Hørður Askham, Gilli Sørensen – Jákup á Borg (Símun Joensen, 90.), Róaldur Jacobsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz – Adeshina Lawal (Høgni Midjord, 90.), Rasmus Dan Sørensen (Benjamin Heinesen, 78.)
Gult kort: eingin
NSÍ-HB 4-2 (2-1)
1-0: Klæmint A. Olsen 11.
1-1: Heini Vatnsdal 35.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen 40.
3-1: Andy Olsen 48.
3-2: Heini Vatnsdal 72.
4-2: Klæmint A. Olsen 87.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen – Karl Løkin, Sjúrður Jacobsen (Monrad Holm Jacobsen, 87.) – Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen (Haraldur R. Højgaard, 77.), Andy Olsen – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Klæmint A. Olsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Tróndur Jensen (Jóhan Troest Davidsen, 66.), Gunnar Haraldsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen (Bárður J. Heinesen, 82.), Heini Vatnsdal - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen (Páll Mohr Joensen, 71.)
Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Heini Vatnsdal
AB-EB/Streymur 0-3 (0-2)
0-1: Arnbjørn Hansen 41.
0-2: Hans Pauli Samuelsen 44.
0-3: Arnbjørn Hansen 89.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
AB: Heðin Stenberg – Jobin Drangastein, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen (Gert Drangastein, 68.) – Jónas Stenberg (Karsstin Højgaard, 68.), Dion B. Splidt, Kári Nielsen, Hørður M. Mohr (Mikkjal T. Hentze, 65.), Rógvi Poulsen – Sorin Anghel
Gult kort: eingin
Reytt kort: Kári Nielsen 78. (beinleiðis reytt)
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen (Jóhannes Hansen, 68.) – Levi Hanssen, Brian Olsen (Hanus Olsen, 83.), Niels Pauli Danielsen (Gunnar Zachariasen, 68.) – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Pætur Dam Jacobsen
TB-Víkingur 1-1 (0-0)
0-1: Jann Ingi Petersen 69.
1-1: sjálvmál 90.+2.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen (Óli Johannesen, 80.), Babacar Ndiour, Dan Mortensen, Eirikur Magnusarson Ellendersen – Rógvi Joensen, Martin Tausen, Ndende Adama Guéye, Nicky Ferenc Diverdics, (Carl Mikkjal Bech, 90.), Ragnar Tausen – Teitur Justinussen (Aron Sørensen, 77.)
Gult kort: Nicky Ferenc Diverdics, Teitur Justinussen
Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Magnus Jarnskor, 66.) – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Bárður Hansen
Gult kort: Jann Ingi Petersen, Finnur Justinussen
Støðan eftir 27 umfør
HB 54
ÍF 49
B36 46
NSÍ 45
EB/Streymur 41
Víkingur 41
AB 31
KÍ 28
TB 22
07Vestur 14
LIÐUGT
4-2
88) 4-2: Klæmint A. Olsen
Eftir horna frá Karl Løkin hevur Klæmint A. Olsen skorað enn eina ferð. Harvið er greitt, at hann verður toppskjútti í 2013. Dysturin í Klaksvík er liðugur, og hann endaði 7-1 til KÍ. Klæmint hevur eitt mál færri enn toppskjúttin Klæmint A. Olsen, liðformaðurin hjá NSÍ, sum er við at stýra sínum liði fram ímóti sigri ímóti meistarunum í HB.
85) Bárður J. Heinesen er komin inn í HB álopið í staðin fyri miðvallaran Bárð Olsen.
75) HB spælið líkist nú tí, sum hevur borið FM heitið við sær. Innskifti Jóhan Troest Davidsen hevur sæð gult fyri at steðga Klæminti A. Olsen.
Haraldur R. Højgaard er komin inn á NSÍ miðvøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen.
73) 3-2: Heini Vatnsdal
Spenningur er komin í aftur við Løkin. Eftir innlegg úr høgru frá Santos vóru bæði Fróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal framvið, og tað var Heini Vatnsdal, sum skoraði og harvið varð tvífaldur málskjútti í dag.
70) HB hevur skift út. Jóhan Troest Davidsen er komin inn í miðverjuna. Pál Mohr Joensen er farin út á høgra vongverja í staðin fyri Trónd Jensen, ið er farin av vøllinum.
Páll Mohr Joensen er komin inn í framrættaða plássið í høgru hjá HB í staðin fyri Kristin R. Mouritsen, ið er farin av vøllinum.
60) NSÍ er væl meiri ágangandi, enn meistararnir eru tað. Størsta møguleikan síðstu løtuna hevur Klæmint A. Olsen havt. Karl Løkin tiltuskaði sær bóltin av HB verjuni, og hann spældi Klæmint púra leysan, men toppskjúttin sendi bóltin upp um málið!
Verjuspælið hjá HB er lítið sannførandi, og Fróði Benjaminsen vil hava Oddbjørn Joensen at seta Jóhan Troest Davidsen á vøllin.
Klæmint A. Olsen sær gult.
50) 3-1: Andy Olsen
So hevur NSÍ økt um leiðsluna. Eftir fleiri hornaspørk á rað frá Karl Løkin hevur Andy Olsen sett bóltin í málið. HB verjan er ikki sannførandi í dag!
45) HÁLVLEIKUR
2-1
40) 2-1: Pól Jóhannus Justinussen 40.
So hevur NSÍ aftur lagt seg á odda. Hesa ferð var tað vongverjin í vinstru Pól Jóhannus Justinussen, sum við rimmar langskoti sendi bóltin framvið Teiti M. Gestsson.
Í næsta álopinum var Andrew av Fløtum tætt við, men NSÍ bjargaði støðuni til horna, sum einki spurdist burturúr.
1-1: Heini Vatnsdal 35.
So hevur HB javnað til 1-1. Miðvallarin Heini Vatnsdal var málskjútti, tá ið hann var leysur innanfyri miðverjuna. Harvið hevur HB skorað 67 mál í ár, og tað er fleiri mál, enn nakað annað felag nakrantíð áður hevur skorað!
30) Tað gongur við stórari ferð úr øðrum enda og í hin. HB hevur havt fleiri møguleikar, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora málið, sum fer at bera við sær, at HB verður mest skorandi liðið nakrantíð.
25) HB hevur havt fleiri møguleikar síðstu løtuna. Eina ferð eydnaðist tað at fáa bóltin framvið Kristiani Joensen, men NSÍ verjan bjargaði á strikuni!
20) Tað er sera undirhaldandi og spenningur frammanfyri bæði málini. Alex José dos Santos royndi seg við góðum skoti eftir NSÍ kiks í uppspælinum, og so var Heini Vatnsdal tætt við.
16) NSÍ er greitt omaná. HB verjan skinklar, og heimaliðið er ferð eftir ferð í góðari støðu. Størsta møguleikan hevði Jann Martin Mortensen, tá ið hann var einsamallur ímóti HB málverjanum. Bólturin fór framvið málverjanum, men Gunnar Haraldsen bjargaði á strikuni!
12) 1-0: Klæmint A. Olsen 11.
Toppskjúttin Klæmint A. Olsen hevur lagt NSÍ á Europa kós. Miðvallarin Sjúrður Jacobsen spældi Andy Olsen framúr væl leysan í vinstru, og Klæmint stýrdi efitr fína innleggið bóltin í málið.
5) Tað er sera lívligt við Løkin, har tað eru nógvir áskoðarar, og har tað er stór ferð á spælinum. Higartil hevur spælbýtið verið rættuliga javnt. HB hevur havt fyrsta hornasparkið, uttan at nakað spurdist burturúr.
1) Klæmint A. Olsen hevur longu eftir 40 sekund roynt seg úr góðari støðu!
NSÍ-HB
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen – Karl Løkin, Sjúrður Jacobsen – Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Andy Olsen – Klæmint A. Olsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Tróndur Jensen, Gunnar Haraldsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen, Heini Vatnsdal - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
---
LIÐUGT
1-3
B36 hevur vunnið 3-1. Harvið er tað greitt, at tað verður árstalsfelagið í høvuðsstaðnum, sum hevur tryggjað sær bronsukrónurnar og rættin at luttaka í europeisku kappingini í 2014.
70) 1-3: Lukasz Cieslewicz
So man tað vera greitt, at B36 er á veg út í Europa. Eftir ÍF fríspark úr góðari støðu fór B36 í skjótt mótálop. Uppspælið var skjótt og hugflogsríkt, og tað endaði við, at Lukasz Cieslewicz sendi bóltin framvið Hallgrím G. Hansen, sum lítla løtu frammanfyri var komin í ÍF málið at standa í staðin fyri Jákup Mikkelsen.
67) 1-2: Jákup á Borg
B36 er aftur á Europa kós. Hesa ferð var tað Jákup á Borg, sum skoraði, eftir at Súni Olsen, sum í dag er miðverji, við langari sending hevði spælt hann leysan.
63) Hallgrím G. Hansen hevur avloyst Jákup Mikkelsen, sum er farin av vøllinum. Hann hevur trupulleikar í vinstra knænum.
50) 1-1: Bartal Eliasen
Fuglfirðingar hava lagt nógv bragdligari fyri eftir steðgin, enn heimaavrikið var í 1. Hálvleiki, og nú hevur tað borið úrtøku við sær. Miðverjin Bartal Eliasen hevur eftir innlegg sett bóltin í B36 málið, og harvið hevur B36 í løtuni mist europeisku atgongumerkini til NSÍ!
HÁLVLEIKUR
0-1
45) Tað er framvegis B36, sum nógv størsta partin av tíðini hevur bóltin.
Tað sæst væl, at tað er B36, sum hevur meiri at spæla fyri. Árstalsfelagið hevur spælt seg til einar seks stórar málmøguleikar, meðan heimaliðið hevur verið rættuliga tannleyst.
40) 0-1: Lukasz Cieslewicz br 38.
B36 er á veg at vinna sær europeisku atgongumerkini. B36 hevur enn eina ferð tiltuskað sær brotsspark. Hesa ferð var tað Lukasz Cieslewicz, sum fekk møguleikan, og hann var púra tryggur, tá ið hann umsetti úr ellivu metrum.
Hesa ferð peikaði dómarin á ellivu metra blettin eftir at Evrard Blé var farin um koll.
30) Tað er framvegis málleyst. B36 er leikliga omaná, men tað gongur striltið hjá árstalsfelagnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Fuglfirðingar tykjast nøgdir við støðuna soleiðis, sum hon er.
10) B36 hevur havt risa møguleika at leggja seg á odda. Árstalsfelagið tiltuskaði sær brotsspark, men Jákup á Borg misnýtti. Bólturin brast í stólpan og út til málspark!
Dómarin peikaði á ellivu metra blettin eftir at Lukasz Cieslewicz var farin um koll.
ÍF-B36
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum – Dánjal á Lakjuni, Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric – Øssur Dalbúð
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Súni Olsen, Hørður Askham, Gilli Sørensen – Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz – Adeshina Lawal, Rasmus Dan Sørensen
----
LIÐUGT
7-1
90) 7-1: Ísak Simonsen
Innskifti Ísak Simonsen hevu skorað, og harvið er málmunurin hjá KÍ munandi betri, enn hann var undan dystarbyrjan í dag.
85) 6-1: Páll A. Klettskarð
So er javnt í kappingini um at vera toppskjútti. Páll A. Klettskarð hevur skorað fyri triðju ferð í dag, og harvið hava bæði hann og Klæmint A. Olsen skorað 20 mál í ár!
80)5-1: Tórur Justesen
KÍ hevur økt um leiðsluna, men tað var ikki Páll Klettskarð, sum skoraði. Í staðin var tað innskifti Tórður Justesen, sum skoraði.
40) 4-1: Holgar Durhuus
So hevur 07Vestur svarað aftur, so støðan nú er 4-1 til KÍ. Holgar skoraði við rimmar langskoti.
30) Støðan er framvegis 4-0 til KÍ, sum hevur greiða leikliga yvirvág.
17) 4-0: Páll A. Klettskarð
Tað er heilt spennandi í kappingini um máltindin. Nú hevur Páll Klettskarð aftur skorað, og harvið er støðan í tí kappingini 2019 til Klæmint A. Olsen ímóti Páll A. Klettskarð!
KÍ hevur eftir lítlari løtu skorað trý mál í heimadystinum ímóti 07Vestur.
3-0: Páll A. Klettskarð
2-0: Jóhan Jacobsen
1-0: Sørmundur Kalsø
KÍ-07Vestur
Dómari: Dagfinn Forná
-----
LIÐUGT
0-3
90) 0-3: Arnbjørn Hansen 87.
EB/Streymur hevur sett flott punktum fyri hetta kappingarárið. Eftir at bólturin rakti stólpan aftanfyri AB málverjan var Arnbjørn Hansen fyrstur á returinum, og setti bóltin í málið.
75) Miðvallar stríðsmaðurin Kári Nielsen er rikin av vølli, og harvið er AB bæði aftanfyri 2-0 og undirmannað síðstu løtuna.
HÁLVLEIKUR
0-2
44) 0-2: Hans Pauli Samuelsen
EB/Streyma liðformaðurin hevur við rimmar langskoti økt um EB/Streyma leiðsluna.
40) 0-1: Arnbjørn Hansen 40.
So hevur vandamikli Arnbjørn Hansen, sum hevur verið burturfrá í nógvar dystir, sett hol á fyri EB/Streym.
15) Tað er framvegis málleyst á Argjum.
AB-EB/Streymur
Dómari: Ransin N. Djurhuus
----
LIÐUGT
1-1
80) 1-1: sjálvmál
Eftir TB innlegg úr høgru var tað Víkinga vongverjin Hjartvard Hansen, sum var so
óheppin at stýra bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
65) 0-1: Jann Ingi Petersen
Víkingarnir hava verið greitt omaná í 2. hálvleiki. Eina ferð hava teir havt bóltin á TB tvørtrænum, og nú hevur miðvallarin Jann Ingi Petersen skorað eftir innlegg.
HÁLVLEIKUR
0-0
TB hevur havt bóltin meiri enn gestirnir, men higartil hevur tað ikki eydnast liðunum at umseta málmøguleikar til mál.
15) Tað er framvegis málleyst við Stórá
TB-Víkingur
Dómari: Rúni Gaardbo