Gulli Johansen er ein tónleikaligur einmansherur. Hann skrivar, spælir inn og gevur út sín egna tónleik, og seint í komandi viku kemur nýggj fløga hjá honum út.
Gulli gongur undir navninum Human Caos, og nýggja fløgan fløgan kallast Self Destruct.
Hetta er ikki ein vanlig útgáva, tí umframt nýggju sangirnar, hevur Gulli eisini gjørt tvey sjónbandaløg, sum eru løgd á fløguna. Harafturat hevur hann eisini forritað ein MP3-spælara, sum fylgir við fløguni.
- Eg vil gera okkurt, sum ikki er gjørt fyrr, og tað kostar mær einki eyka at gera hesa fløguna, men afturfyri verður fløgan eitt sindur meir áhugaverd, sigur Gulli Johansen, sum framleiðir allan tónleikin í heimastudio sínum, sum hann kallar ghj-production.
Harður tónleikur
Tónleikurin hjá Human Caos er Industrial Metal, har harður rocktónleikur verður blandaður saman við dance, tehno, rapp og øðrum tónleiki.
Gulli hevur meira enn einaferð gjørt vart við seg seinnu árini. Hann hevur luttikið á Prix Føroyum, og herfyri var hann eisini við á eini Free Føroyar konsert.
Gulli framførir sín tónleik einsamallur á pallinum, og harði tónleikurin verður kryddaður við sermerktari framførslu, har Gulli ikki er bangin fyri at liva við tónleikinum og gera seg út við máling og ørðvísi klæðum.











