Gullið var málið

Í EB/Streymi hevur ongan tíð verið tosað um nakað annað enn gull. Málið var frá byrjan at enda ovast, og tað bar eisini við sær, at einki alternativ var til hetta, sigur Sigfríður Clementsen

Fótbóltur

 

Hóast skinnið ikki varð selt, fyrr enn bjørnan varð skotin, so var ikki frítt, at venjararnir hjá EB/Streymi høvdu fyrireikað seg eitt sindur. Í øllum førum kundu Magni Mohr og Sigfríður Clementsen njóta sær eina góða sigar og eina kalda í dós, tá dysturin varð av, men sum skilst hevði hetta verið væl krógvað í bilinum, inn til stóra løtan upprann.

Men at løtan fór at koma, segði Sigfríður seg ikki hava verið í iva um.

- Eg haldi at spælararnir hava verið øgiliga uppsettir í alt ár, og vit fóru frá byrjan eftir at vinna føroyameistaraheitið. Og tað var kanska eisini tað, sum at enda gjørdi, at vit vunnu. Vit settu okkum sum mál, at vit skuldu enda ovast, og so hevur tú jú einki alternativ, sigur Sigfríður.

- Hinvegin, so hava vit eisini støðugt tikið ein dyst í senn. Tað ljóðar kanska primitivt, og Óli Hansen fekk í øllum førum sagt tað nakrar ferðirnar í fjør. Men tað er nú soleiðis, at tú kanst bara vinna ein dyst og trý stig í senn. Tað ber ikki til at spæla tíggju dystir og vinna 30 stig í einum. So tað er ein góður setningur at halda seg til, og eg haldi eisini, at vit gjøgnum árið eru vorðnir alt meira stabilir í okkara avrikum.

- Við hvørt hava vit kiskað og sveiggjað nakað í avrikunum. Talan er um eitt ungt lið, har fleiri spælarar ikki hava vunnið nakað serligt fyrr, og tí er hetta náttúrligt. Men sum heild haldi eg faktiskt, at vit hava verið besta liðið í Føroyum í ár. Seinnu árini hava víst, at ein meistari skal hava á leið 55 stig, og sum støðan er, so eru vit einasta liðið, sum kann røkka hesum, so tað er væl eisini í lagi á tann hátt, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Eingi gummibein

Seinnu hálvu av kappingini hava úrslitini hjá EB/Streymi als ikki verið eins støðug, sum tey vóru tað fyri summarsteðgin. Tosið um gummibein fekk síni egnu bein at ganga á, men hetta er ikki av álvara nakað, sum hevur merkt hópin, sigur Sigfríður.

- Lagið í hópinum hevur alla tíðina verið gott. Vit hava tosað um dystirnar, so hvørt sum hesir eru spældir, og so hava vit roynt at arbeitt út frá tí. Men tekur tú tíðarskeiðið kring dystirnar móti Manchester City, so høvdu vit rættiliga nógvar skaðar hesa tíðina. Vit hava ikki nakran serliga stóran hóp, og hetta tíðarskeiðið vóru vit kanska niðri á níggju monnum til venjing. Snøgt var hópurin rættiliga slitin um hetta mundið, og tað ávirkaði eisini úrslitið. Yvir høvur hava vit eisini havt nógvar skaðar, og tað er ikki fyrr enn nú í allar seinastu umførunum, at eg havi havt allan hópin tøkan.

- Men eg haldi framvegis, at liðið alla tíðina hevur sýnt góð avrik. Sum eg segði, so var lagið í hópinum eisini gott, tá tað gekk minni væl, og hvør sum ein hava spælararnir alla tíðina arbeitt hart fyri at røkka málinum um at vinna FM-gullið, sigur Sigfríður Clementsen.