Longu í aðru kapping í gjáramorgunin megnaði Kári J. á Høvdanum at rangera gamla heiðursmerkjametið, ið Elspa Mørkøre átti áðrenn. Hetta var at vinna eitt silvur heiðursmerki í NJM høpi. Men her steðgaðu okkara ikki. Tí vit hava jú Pál.
Pál leyp í hylin í fjórðu kapping, og restin er søga. Hann knúskaði alt til, ið honum var fyri og vann nokk tað greiðasta gullmerkið, ið er vunnið í hesum høpi. Heili 32 sekundir og tvær longdir fremri enn hinir svimjararnar. Ein maktuppvísing av proportiónum.
Í gjárkvøldið var so svomið aftur, har Pál og Kári hildu áfram at imponera. Teir vunnu aftur heiðursmerkir og forbetraðu Føroyska heiðursmerkjametið enn meira.
Hjá Páli var talan um enn eitt gullmerki, hesaferð í 200 m frí (786 FINA stig) og hjá Kára var talan um eitt bronsumerki í 100 m rygg (694 FINA stig)
Í morgun var so seinasti partur av kappingini, ið var deild í trýggjar partar, og enn eina ferð vísti Pál hvør dugur er í honum. Hann vann sítt triðja gullheiðursmerki og við tí avsluttaði hann eina kapping, har Føroyar hava fingið síni bestu úrslit nakrantíð.
Kappingin, Pál vann í morgun var 400 m frí og har vann hann við tíðini 3.54.64. Hetta gevur á FINA stigatalvuni, heili 815 stig, og er tað sera gott klárað av unga vágbinginum, Pál Joensen.










