Gullbrandur og Sandnes ULF mistu í uppflytingarstríðnum

Sandnes ULF tapti fyri Kongsvinger á útivølli

Mynd: Sandnes ULF

Gullbrandur í Horni Øregaard slapp á vøllin tá 58 minuttir vóru farnir av útidystinum hjá Sandnes ULF móti Kongsvinger á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Kongsvinger vann dystin 3-1. Støðan var 3-1 tá Gullbrandur kom á vøllin. Øll málini í dystinum vóru skotin í fyrra hálvleiki.

 

Sandnes ULF kappast um enda millum liðini, ið eru millum nummar trý og seks. Hesi liðini sleppa at spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina. 

 

Undan dystinum høvdu Sandnes ULF og Kongsvinger bæði 43 stig, men nú hevur Kongsvinger so fyrimunin.

 

Sandnes ULF er nummar seks í deildini við 43 stigum. Sandnes ULF er trý stig frammanfyri Ranheim og Sogndal, og fýra stig frammanfyri Mjøndalen, ið hevur Meinhard E. Olsen á liðnum.

 

Tveir dystir eru eftir at spæla í næstbestu deildini.

 

Komandi leygardag hevur Sandnes ULF torføran heimadyst móti Stabæk, ið er næstfremst í deildini við 54 stigum. 

 

 

 

Mynd: Sandnes ULF